Kokkalærlingar gjørdu mat til Atlantic Fair.
Í sambandi við setanina av Atlantic Fair, bjóðaði Klaksvíkar Kommuna løgmanni við umsiting, landsstýrisfólkum, løgtingsfólkum og fyriskiparum av Atlantic Fair til døgurða í matstovuni á Matvørubreytini á TSK. Kokkalærlingarnir stóðu fyri matgerðini.
Á Matvørubreytini borðreiddu kokkalærlingarnir við alskyns mati, ið teir høvdu gjørt frá grundini.
Næmingarnir greiddu frá matarlepanum, ið millum annað innihelt: Fisk og kips við ertrapuré, saltfiskakrokettir, fiskasuppu og heittroyktan laks við rómabakaðum rótfruktum.
Harumframt var smyrjibreyð við:
– Stoktari hýsu við brendum sitrónum
– Jákupsskeljum
– Saltfiskur við dildkremi
– Sildarætti
– Laksi, gravaðum við reyðkáli
Til dessert fingu gestirnir føroyska rabarbutriflu aftur við kaffinum.
Andras S. Jacobsen, leiðari á Matvørubreytini, sigur, at hetta er eitt gott høvi hjá lærlingunum at læra seg at matgera til størri samkomur (selskap). Nakrir av kokkalærlingunum skulu til sveinaroynd seinni í mánaðinum, so hetta var góð venjing hjá teimum.
At matgera til ymiskar samkomur er ein partur av tí at ganga á Matvørubreytini.
Matvørubreytin takkar gestunum fyri eina sera hugnaliga løtu.
Myndir frá degnum kunnu síggjast niðanfyri.