Lýsing
Lýsing
Lýsing

Please Visit Responsibly – nýtt átak hjá Visit Faroe Islands

SKRIVAÐ: Jóhann  |  20.05.2026 - 18:00 Myndarøð Tíðindaskriv

Visit Faroe Islands hevur ment nýtt kunningarátak um ábyrgdarfullan atburð hjá ferðandi í Føroyum.

Átakið tekur støði í ferðavinnuætlanini Heim og byggir víðari á stóra arbeiðið við ferðafólkakunning, sum er gjørt seinastu árini. Við heitinum “Please Visit Responsibly” verður ein greiður og altjóða kendur boðskapur tikin í nýtslu – har ein tilsiping spælir við “Please Drink Responsibly”, sum fólk flest kenna frammanundan. Boðskapurin er einfaldur: ferðafólk eru hjartaliga vælkomin til Føroyar, men tað er eisini týdningarmikið at vísa atlit og ferðast við ábyrgd.

Tónin í átakinum er lættur og eitt sindur ‘skeivur’, og útgangsstøði er, at vit trúgva uppá, at ferðafólkini ynskja at gera tað rætta, og við hesi kunningini hava tey fortreytirnar fyri at gera tað.

Talan er um eitt samlað átak, sum sameinir marknaðarføring og ferðafólkakunning. Frá tí løtu fólk byrja at kunna seg um Føroyar á sosialum miðlum og á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands skulu tey møta somu greiðu boðskapum um, hvussu ein ferðast við virðing fyri náttúru, samfelagi og fólki.

Tey møta eisini sama boðskapi, tá tey eru komin til Føroyar. Komandi tíðina verður átakið sjónligt á flogvøllinum, har stór veggjaprýði og kunning á skíggjum fara at taka ímóti teimum ferðandi. Boðskapurin verður eisini sjónligur umborð á Norrønu, í Atlantic Review blaðnum hjá Atlantic Airways umframt á m.a. gistingarhúsum, leigubilum og kunningarstovum. Átakið verður eisini rullað út á sosialum miðlum og á øðrum pallum, soleiðis at boðskapurin fylgir teimum vitjandi gjøgnum alla ferðina.

Sum partur av átakinum hevur Visit Faroe Islands ment eina serliga heimasíðu við ítøkiligari kunning og góðum ráðum um ábyrgdarfullan atburð í Føroyum: https://visitfaroeislands.com/please-visit-responsibly

– Við “Please Visit Responsibly” vilja vit vísa ferðafólkum, hvussu tey kunnu njóta Føroyar og samstundis vísa atlit til náttúru og samfelag, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands. Vit hava við hesum savnað og styrkt tað arbeiðið, sum longu er gjørt innan ferðafólkakunning, og gera tað meira sjónligt og samanhangandi.

Hetta er sostatt bæði eitt kunningar- og marknaðarføringsátak, sum skal stuðla okkara arbeiði at menna Føroyar sum eitt ábyrgdarfult og burðardygt ferðamál.

 

Samband:

Súsanna Sørensen

Marknaðarleiðari Visit Faroe Islands +298 55 61 38

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…