Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppustøðum?
Í einum heimi við vaksandi geopolitiskum spenningi, ótryggum handilsleiðum og øktum váða fyri cyber-álopum hava fleiri lond í okkara øki styrkt sína borgarligu tilbúgving, økt goymslur og fyrireikað borgarar uppá møguliga avbyrging uttanífrá.
Føroyar eru eitt samfelag, sum er púra avhangandi av innflutningi av mati, heilivági, brennievni og tøkni, og ein avbyrging kann tí raka okkum serliga meint.
Ein avbyrging – orsakað av hernaðarligum átøkum, geopolitiskum spenningi ella globalum kreppum –kann tí hava álvarligar avleiðingar fyri veitingar av matvøru, heilivági, orku, flutningi, útflutningi og fíggjarstøðuna í landinum.
Hetta er skrivligur fyrispurningur sum Sámal Petur i Grund, løgtingsmaður hevur sett Bárur á Steig Nielsen, landstýrismanni í tilbúgvingar málum fyri Føroyar, og sum verður sendur tygum til kunningar.