Møguliga Kalsoyartunnil beint eftir Suðuroyartunnilin
Strandferðslan hevur fingið boð frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacobi Vestergaard, um at steðga við útboðnum av nýggjari strandferðsluferju á Kalsoyarleiðini, til undirtøkan fyri einum møguligum Kalsoyartunli er kannað.
Á fundinum á Skúlatrøð í gjárkvøldið segði Jacob Vestergaard, at Strandfaraskip Landsins hava fingið boð frá sær um at bíða við at bjóða Kalsoyarferjuna út, til hann hevur fingið kannað undirtøkuna í Landsstýrinum og Løgtinginum fyri undirsjóvartunli millum Borðoy og Kalsoy. Vit geva Jacobi Vestergaard sjálvum orðið:
– ”Jeg haldi, at okur skylda kalsoyingum og føroyingum annars, at okur kanna hesa verkætlanina [undirsjóvartunnilsverkætlanina til Kalsoy, blðm.] út í æsir og viðgera hana politiskt fyri at vita, um tað ikki loysir seg betur fyri Føroyar, Kalsoynna og okur øll, at gera tunnil heldur enn at gera eina farleið við skipi og fergulegu. Tað haldi jeg, at okur skulu gera, so jeg fari at viðgera tað fyrst í Landsstýrinum og síðani í samgonguni fyri at vita, um okur ikki heldur skulu byggja tunnil heldur enn fergu”, segði landsstýrismaðurin og helt fram:
– ”Kann man raðfesta ein tunnil innanfyri eina rímiliga tíð – eitt rímiligt skotbrá – so nevndi man har, tá ið man hevði borað ein Suðuroyartunnil, so kundi man borað ein Kalsoyartunnil. Um man kann fáa rímiliga trygd fyri tí í politisku skipanini, so haldi jeg, at tað er tann besta loysnin til kalsoyingar. Jeg rokni við, at teir kunnu liva við Sam í eina tíð afturat, um teir vita, at teir fáa ein tunnil. Jeg fari at royna tað; tað haldi jeg, at okur skylda teimum.”, segði vinnumálaráðharrin. Víðari segði Jacob Vestergaard:
– ”Fer man í gongd við ferguleguna, so eri jeg ikki vísur í, at tað ber til at venda aftur. So tosaði jeg eisini í framløguni um tann tiltikna íløgukarmin og raðfestingina hjá landinum. Man hevur ofta í politisku skipanini tosað um at gera eina raðfesting av teimum íløgunum, sum man skal gera. Tað hevur ikki altíð eydnast til fulnar, men man hevur gingið nøkulunda eftir tí, sum avtalað hevur verið, og okur í hesi samgonguni hava so sett okum fyri at royna at gera eina langtíðar-íløguætlan, og tá man ger eina sovorðna, eigur tað at verða gjørt í eini breiðari semju við allar flokkar”, sigur vinnumálaráðharrin við Norðlýsið. Hann leggur afturat:
– ”Tað kunnu altíð stinga seg ting upp, men hevur man eina langtíðaríløguætlan, so hevur man í øllum førum nakað at halda seg til, tá tað snýr seg um skilagóða raðfesting av íløgum. Fyriskipararnir av tiltakinum her hava verið og vitjað meg í Landsstýrinum, og tølini, teir brúka, eru tey, sum eru kend. Jeg havi fylt øgiliga væl við málinum um Suðuroyartunnil, og har er gamaní væl størri váði, tí tað er ein nógv longri tunnil, men tølini eru uppgjørd á sama hátt, so hetta er ikki ókent”, sigur Jacob Vestergaard. Hann rundar av við Norðoyatunlinum:
– ”Linjuføringin til Kalsoyartunnilin liggur nær við Norðoyatunnilin, so jarðfrøðin líkist, og tað átti ikki at verið nøkur avbjóðing sum so í mun til aðrar tunlar, ið eru gjørdir í Føroyum.”