Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt lag við Starlight

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.06.2026 - 08:45 Mentan Tíðindi

Hósdagin 28. mai gav bólkurin Starlight út enn eitt lag. Lagið Smíl og Tár er teirra 5. og tað 3. í 2026.

 

 

Temaið í Smíl og Tár er minnini um ein góðan ungdómsvin. Flestu fólk kenna til at sakna onkran, sum tey hava kent væl, og sum nú farin er um sýn. Sangurin er um vinir, ið farnir eru, um góð minnir um teir.

Kári Lisberg gjørdi lagið og Jóhan Martin Jacobsen setti orðini saman. Niclas Johannesen hevur framleitt sangin, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.

Manningin í Starlight er henda:

·      Jákup Hansen, sang og kórsang

·      Fimmboði Lisberg, sang, kórsang og kassaguitar

·      Jóhan Martin Jacobsen, el-guitarar

·      Kári Lisberg, bass

·      Sámal Samuelsen, trummur

 

Leinkja til nýggja sangin “Smíl og Tár” á Youtube og Spotify og er her:

 

https://www.youtube.com/watch?v=i_C4Xr_klS8&list=RDi_C4Xr_klS8&start_radio=1

https://open.spotify.com/track/37jcet4AUxWlKmV9U3oyuB?si=7be96fba78694f4c

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…