Norðoyastevnuskráin sunnudagin
Veðurgudarnir vóru ikki í so góðum lag í gjár. Men eftir frálíka felagssangin í Varpinum í gjárkvøldið, eru teir blíðkaðir. Seinnaparturin, eftir miðdag í dag, sær nú munandi betri út, enn teir fyrr lovaðu.
11.00 Gudstænasta við altargongd í Christianskirkjuni v/ Marjun Lómaklett, sóknarpresti
12.00 Soli Deo Gloria, Klaksvíksvegur 56 - Familjumøti – Sangur, hoyra søgu, kappingar og vit enda við eini lættari máltíð, so vit eru klár til skrúðgonguna. Vælkomin gentur og dreingir, kvinnur og menn.
13.00–20.00 Varpið – framsýning við Vegghamar Norðoya Listafelag skipar fyri
14.00 Skrúðgonga og Norðoyastevnurøða
Skrúðgonga – Klaksvíkar Hornorkestur, býráðs- og bygdar ráðslimir úr Norðoyggjum, skótar og ítróttarfólk fara úr Klaksvíksgarðinum (niðanfyri Gulahús) heim í Vágstún, har Hans Andrias Sølvará, professari flytur fram røðu.
14.00–20.00 Norðoyastevnukafé í Varpinum Hanna Ovadóttir og hennara fólk frá hagapartinum Búðadali í Haraldssundi borðreiða við leskiligum breyði og nýskornum føroyskum viðskera. Rabarbutrifla og ein drekkamunnur fæst eisini til keyps. 14.00–20.00 Varpið Framsýningin „Fiskagentur – ein tíðarlummi frá 1911“ Forkunnug framsýning í Varpinum í samstarvi við Visit North.
Ein serstøk mynd av fiskagentum umborð á Gadus kveikti til hesa serstøku framsýning. Tað er Jastrid Gullaksen ið hevur lagt til framsýningina til rættis.
14.00–17.00 Framsýning við ellisakførum við Norðoya Sparikassa. Nógvir spennandi og væl pussaðir bilar eru at sjá.
14.00–20.00 Gallarí Á Stongunum, Stangavegur 13 Framsýnarar eru Framsýnarar vera Turið Teitsdóttir, Marianna Højsted Horsdal, Eli Smith, Bjørg Mohr, Eyðun av Reyni og Maria Mørkøre
14.30 KFUM og K Aftaná skrúðgongdina í Vágstúni
Kl 14.00 verður sunnudagsskúlacafé. Øll eru hjartaliga vælkomin
14.00–21.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið Hópin av góðum vinningum og stuttligum spæli: Blikka-kast, Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum, 3D-biografur og stórt hoppiland á Akursmørk Matsøla á Tivoliøkinum Rita´s Kitchen Matsøla GREEK FOOD Søla av ballónum, slcucice og Candyfloss
17.00 Undirhald: Trøllini undirhalda á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið
19.00 Magni Christiansen 20.00 Filip frá Hoydalar syngur á Tivoliøkinum
14.00–18.00 Norðoyastevnukafé í Varpinum
Hanna Ovadóttir og teirra fólk úr hagapartinum Búðadali í Haraldssundi borðreiða við leskiligum breyði og nýskornum føroyskum viðskera. Rabarbutrifla og ein drekkamunnur fæst eisini til keyps.
15.00–19.00 Miðhøllini á Skúlatrøð Norðoyastevnuframsýning – Norðoya Listafelag
15.00–19.00 Gamla Seglhúsið Listaframsýning – Talan er um eina søluframsýning við fleiri ymiskum listafólkum
15.00 – 18.00 Framsýning í Varpinum Norðoya Listafelag skipar fyri – verk eftir Vegghamar
16.00–22.00 Eydnuhjól og kaffe Húsmóðrafeglagið Bøgøta 3 Tað eru nógvir góðir vinningar at vinna bæði til menn, kvinnur og børn. Til dømis súkklur, grill, havamøblar, sodavatnkassar, leikur, kurvar og nógv annað. Í kaffeðuni er t.d. breyð við føroyskum viðskera, lagkøka, kaffi, te og okkurt søtt.
17.30 KFUM & K Bønarløta 18.00 KFUM & K Sangmøti við Sámal Hanna og Kristu Lognberg. Øll hjartaliga vælkomin
18.00 Emmaus Møti við Leivur í Buð.
19.00 Sangløta í Betesda. Betesdakórið skipar fyri sangløtu. Á skránni er kórsangur, felagssangur og ein boðskapur.