Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar hornorkestri

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  30.05.2026 - 08:08 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á skránni stóð Norðoyastevnukonsertin í Varpinum hjá Klaksvíkar Hornorkestri saman við Havnar Hornorkestri, sum eisini høvdu bjóðað ungu blásarunum á Skúlatrøð at leggja fyri.

Orkestrini høvdu hvør sína konsert. Men so endaði alt í einum felags braki av tí allar besta.

Ein frálík konsert, har øll orkestrini vóru væl fyri – sera væl fyri. Eisini tí tey spæla nógv, eru í góðari venjing og eru væl samanspæld.

Klaksvíkar Hornorkestur hevur júst verið í Bretlandi á konsertferð, so tað gevur sanniliga venjing!

Tað var hugaligt at síggja Alex Sólstein við til konsertina, sum eigur nógvar tímar og ár í Klaksvíkar hornorkestri.

Rani Nolsøe var frásøgumaður undir konsertini. Hann hevði rættiliga væl uppá og gjørdi eitt dygdargott arbeiði.

Men takk fyri eina framúr uppliving, sum bara kann upplivast og ikki beskrivast – eins og “90 ára føðingardagurin” heldur ikki kann.

Her nakrar myndir frá konsertini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Lýsing