Upptakt: KÍ-EB/Streymur
Í kvøld eftir kappóðurin og Champions League finaluna verður landskappingardystur á Djúpumýru.
EB/Streymur vitjar hjá KÍ, og tað er komið fyri, at júst EB/Streymur hevur vunnið í Klaksvík á Norðoyastevnu. Fyrr í ár hevur EB/Streymur eisini fingið stig móti KÍ á fyrsta sinni í fleiri ár. Hóast hetta, so hevur KÍ ofta ikki avgjørt dystirnar fyrr enn í síðstu løtu síðstu árini.
Hjá KÍ hevur Jean Carlos leikbann. Sebastian John, Hallur Hansson, Patrik Johannesen og René S. Joensen eru skaddir, meðan ivamál er um Deni Pavlovic. Hinvegin er Gaston Tellechea tøkur aftur eftir skaða, meðan Oussama Ali er tøkur aftur eftir leikbann. Hjá EB/Streymur hevur Andras Ó. Olsen ikki spælt í ár vegna skaða.
Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 19.00. Dómari verður Rúni Gaardbo.