Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilivágsráðið farið til verka

SKRIVAÐ: Heilsu- og Orkumálaráðið  |  29.05.2026 - 14:13 Tíðindaskriv

Landsstýriskvinnan í heilsumálum heilsað í gjár upp á nýggja Heilivágsráðið, sum nú fer til verka.

 

Heilivágsráðið skal virka fyri skynsamari heilivágsviðgerð og tryggja, at tilfeingið á heilivágsøkinum verður gagnnýtt sum best. Ráðið skal millum annað kunna um skynsama nýtslu av heilivági, fylgja gongdini á økinum og koma við fakligum tilmælum í málum, sum kunnu hava týdning fyri viðgerðina og heilivágsútreiðslurnar.

Tað hevur týdning fyri landsstýriskvinnan, at skynsom heilivágsnýtsla ikki einans snýr seg um útreiðslur, men eisini um dygd, trygd og fakliga vælgrundaða viðgerð.

 Heilivágsráðið skal vera eitt fakliga sterkt ráð, sum kann vera við til at tryggja, at heilivágur verður brúktur rætt og skynsamt. Tað snýr seg um røttu viðgerðina til sjúklingin, á røttum grundarlagi, sigur landsstýriskvinnan.

Eitt av málunum, sum ráðið kann fara í holt at viðgera, er spurningurin um heilivágsnýtslu í sambandi við viðgerð fyri ovurfiti og yvirvekt í Føroyum.

Í Heilivágsráðnum eru:  Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd og formaður í Heilivágsráðnum,  Ingun Hansen, virkandi landsapotekari, Elin Mouritsen, farmaseutur í Apoteksverkinum og samskipari í Heilivágsráðnum, Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, og Jan Rasmussen, læknafakligur depilsleiðari á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing