Norðoyastevnuframsýning
Í ár skipar Norðoya Listafelag fyri Norðoyastevnuframsýning í Miðhøllini á Skúlatrøð
Á skránni í dag stendur:
17.00–20.00 Miðhøllini á Skúlatrøð Norðoyastevnuframsýning – Fernisering við røðu, ábiti og tónleiki. Norðoya Listafelag skipar fyri.
Signhild V. Johannesen setur framsýningina
SUÐ syngur
Boðið verður til ábit
Talan er um eina rættiliga fjølbroytta og stórfingna søluframsýning. Heili 160 verk eru komin inn og um 25 listaflók sýna fram.
Norðoya Listafelag skipaði á fyrsta sinni fyri Norðoyastevnuframsýningini í 1986 og hevði hana um hendi á sama stað fram til 2017, tá flutt varð í Varpið. Nú verður so rount aftur í Miðhøllini, eins og ein framsýning við verkum eftir Vegghamar eisini er í Varpinum.
Framsýningin kann síggjast:
Fríggjadagin: 17.00–20.00
Leygardagin: 15.00–19.00
Sunnudagin: 15.00–19.00