Havnarbáturin, Klaksvíkingur og Ormurin Langi
Trý 10-mannafør fara at kappast á ársins fyrstu stevnu.
Eftir fýra FM á rað hjá Klaksvíkingi, so kom Havnarbáturin afturíaftur í fjør og vann fyrsta FM síðani 2008 m.a. við einum stórsigri á ólavsøku umframt, at Havnarbáturin longu á Norðoyastevnu vann spennandi róður og vísti, hvat var í væntu.
Síðani tá er nógv broytt. Havnarbáturin er nú mannaður við manningini á Ørvi, sum í fjør vann allar róðrarnar hjá 8-mannaførum. Á Klaksvíkingi eru fýra rógvarar skiftir út, har m.a. tveir føroyameistarar á Havnarbátinum í fjør eru komnir við. Og so er Ormurin Langi við aftur á fyrsta sinni síðani 2021. Sostatt luttaka teir tríggir bátarnir, sum hava vunnið øll FM-heitini aftur til og við 2017.
Hvør er favorittur?
10-mannaførini hava ikki luttikið í ódnartøkum og í kappróðrarsendingunum sum hava verið, so hava viðmerkjarar ikki torað væl at mett um nakran favorittleiklut.
Ormurin Langi er nokk tann, sum minst verður væntað av, tí hann hevur ikki verið við seinnu árini. Men vit hava sæð onnur ár, at slíkir undirmettir bátar gott kunnu vinna róðrar og onkuntíð eisini FM. Kanska er størsti møguleikin hjá Orminum Langa, um hann er væl fyrireikaður og í góðari venjingarstøðu, júst á Norðoyastevnu, tí Ormurin Langi kemur at rógva nærmast Kósabrúnni, og har hava vit viðhvørt sæð, at tað kann verða ein fyrimunur at liggja. Tað finnast dømi um bátar, sum hava ligið har og sum bara hava vunnið á Norðoyastevnu eitt kappingarár. Hinvegin eru bara trý 10-mannafør, so frástøðan millum bátarnir verður ikki stór, men kanska ímun til Havnarbátin, sum liggur hinumegin, so hevur Ormurin Langi ein fyrimun har.
Klaksvíkingur hevur nokkso stóra útskifting (40 % av rógvarunum) og hevur neyvan virðingina millum hinar, sum hann hevði fram til í fjør, tí nú hevur Havnarbáturin víst, at tað ber til at koppa honum. Hinvegin eigur svongdin at verða stór eftir eitt ár uttan FM. Klaksvíkingur rør á heimasjógvi, men søguliga hevur tað ikki verið nøkur favorittstevna hjá honum, tí tað er hent lutfalsliga ofta, at Klaksvíkingur hevur vunnið FM, men ikki vunnið á heimasjógvi fyrstu stevnuna.
Manningin á Ørvi fekk sera góð skoðsmál í fjør, har Ørvur vann FM í serflokki og í kappróðrarsendingini hjá KVF í vikuni vóru Ludvík við Stein og Bogi Olsen, sum báðir hava vunnið nógv við Eysturoyngi, samdir um, at undir venjingum á Skálafjørðinum, har Havnarbáturin til tíðir hevur vant, hevur tað sæð sera gott út hjá Havnarbátinum, har tað m.a. bleiv víst á, hvussu væl báturin fleyt við einari helst lættari manning. Svongdin er helst sera stór eisini, tí hóast Havnarbáturin er verandi føroyameistaru, so hevur hendan manningin ikki roynt at vunnið FM hjá 10-mannaførum við undantaki av einum ella tveimum rógvarum, sum halda fram frá í fjør.
Munur er á aldrinum á bátunum og sambært summum viðmerkjarum hevur tað stóran týdning m.a. við vektarmuni, meðan aðrir viðmerkjarar eru ósamdir og halda ikki, at tað hevur stórvegis týdning og halda heldur ikki, at vektmunurin er so stórur. Havnarbáturin er tann nýggasti frá 2025, Ormurin Langi er frá 2018 og Klaksvíkingur er frá 2015 og harvið elst.
Eftir ætlan rógva 10-mannaførini kl. 17.40.