Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyastevnuskráin LEYGADAGIN

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  30.05.2026 - 06:12 Mentan Tíðindi

Ein drúgv og áhugaverd skrá fyri framman

FÓTBÓLTUR

09.30 – Másheyggur – U7 dreingir innl. 2026

12.30 – Másheyggur – U15 dreingir innl. B1 2026

12.30 – Djúpumýra – Møgulig U5 kapping

14-00 – Djúpumýra – U15 dreingir innl. A 2026

15.00 – Másheyggur – 3. deild menn innl. A 2026 16.00 – Djúpumýra – U18 dreingir innl. A 2026

19.00 – Djúpumýra – Meistaradeildin menn 2026

10.00–11:00 Ókeypis morgunmatur á Biskupstorgi Føroya Banki bjóðar morgunmat á Biskupstorginum til tey morgunfrísku. Nósi kemur at vitja við ballónum og onkur stuttlig kapping verður, har vinningur verður latin, andlitsmáling og glimmur í hári.

10.30 Norðoyastevnan verður sett á Biskupstorgi Karl H. Johansen, borgarstjóri, setir Norðoyastevnuna. Klaksvíkar Hornorkestur spælir

11.00–15.00 Norðoya Fornminnasavn Spaniastova: Upplivið ein part av eini søguligari bygd við lutum, sum lýsa gerandisdagin í Føroyum í gomlum døgum. Miðstovan: „Sildarok“, sum varpar ljós á sildatíðina og lýsir virksemið, sum fór fram í Handilshúsinum úti í Klaksvík 

11.00 Klaksvíkar bókasavn – Bókaframløga „Á, Nella, Nella, tú ert ein gella!“ sigur Betta. Heimalambið Nella er ein stuttlig søga, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt.

11.00 Føroya Bjór Renning - Norðoya Sparikassi er málið. Í hesum sambandið verður Biskupsstøðgøta stongd frá rundkoyringini til Norðoya Sparikassa.

11.30 Varpið Livandi tónleikur frammanfyri Varpið.

12.00–24.00 Norðoyastevnukafé í Varpinum Hanna Ovadóttir og hennara fólk frá hagapartinum Búða dali í Haraldssundi borðreiða við leskiligum breyði og nýskornum føroyskum viðskera. Rabarbutrifla og ein drekkamunnur fæst eisini til keyps.

12.00 Varpið Livandi løtumynd við føroyskum klæðum á torginum framm anfyri Varpið í samstarvi við Visit North. Aftaná liv andi framsýningina skipar Levi Heinesen saman við øðr um fyri føroyskum dansi og dansispølum. Til ber at keypa okkurt gott frá Honnu Ovadóttir sum borðreiðir í Varp inum fyri hagapartin í Búðadali. Um veðrið ikki verður til vildar verður tiltakið flutt inn í Varpið.

12.00 Varpið Listaframsýng hjá Norðoya Listafelag – við verkum eftir Vegghamar

13.00–18.00 NORÐOYASTEVNURÓÐURIN 2026 Á vágni kappast metnógvar manningar til ársins fyrsta FM-róður 2026. – Á bryggjuni framføra FILIP og EMMA úr HOYDØLUM, Útistovugarðurin á Trøllanesi selur føroyskan viðskera, vakurt handverk verður til sølu og NAVIA spílar seg út við góðum tilboðum til róðrarfólk og føroyingar annars. Mat- og kaffisøla verður eisini á bryggjuni og róðrarnir verða vístir á stórskíggja. Eftir róðurin handar Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini heiðursmerki.

Atgongumerki á 150,- kunnu keypast á atgongumerki.fo og við dyrnar.

14.00–20.00 Varpið Framsýningin „Fiskagentur – ein tíðarlummi frá 1911“ Forkunnug framsýning í Varpinum í samstarvi við Visit North. Ein serstøk mynd av fiskagentum umborð á Gadus kveikti til hesa serstøku framsýning. Tað er Jastrid Gullaksen ið hevur lagt til framsýningina til rættis. Fram sýningin verður sett kl. 14 av Andras Sólstein, leiðara á Norðoya Fornminnissavni.

14.00–17.00 Norðoya Fornminnasavn Spaniastova: Uppliva ein part av eini søguliga bygd við lutum, sum lýsa gerandisdagin í Føroyum í gomlum døgum. Miðstovan: „Sildarok“, sum varpar ljós á sildatíðina og lýsir virksemið, sum fór fram í Handilshúsinum úti í Klaksvík 

14.00–01.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið. Hópin av góðum vinningum og stuttligum spæli: Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið. Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum, 3D-biografur og stórt hoppiland á Akursmørk.

Matsøla á Tivoli økinum GREEK FOOD Matsøla á Tivoliøkinum Rita´s Kitchen Matsøla á Tivoliøkinum Pannukøkubúðin selur á Tivoliøkinum

17.30 Bjarki frá Hoydalar syngur á Tivoliøkinum

18.00 BuBu undirheldur á Tivoliøkinum

18.30 Jóhanna frá Hoydalar syngur á Tivoliøkinum

19.00 Magni Christiansen syngur á Tivoliøkinum

14.00–20.00 Gallarí Á Stongunum, Stangavegur 13 - Framsýnarar eru Turið Teitsdóttir, Marianna Højsted Horsdal, Eli Smith, Bjørg Mohr, Eyðun av Reyni og Maria Mørkøre.

14.00–19.00 Hermótið - Heygavegur 42 Figurborðspøl á Hermótinum. Kom á Hermótið og royn Warhammer. Ein forvitnislig hugnaløta við máling, spæli og góðum felagsskapi. Tiltakið er ókeypis.

14.00– Roykstovan letur upp - Kappróður er á skerminum

15.00–19.00 Gamla Seglhúsið Listaframsýning. Talan er um eina søluframsýning við fleiri ymiskum listafólkum

15.00–19.00 í Miðhøllini á Skúlatrøð Norðoyastevnuframsýning – Norðoya Listafelag

19.00 Stórdystur við Djúpumýri á Norðoyastevnu ímillum KÍ og EB/Streym. Meistaradeild Menn.

19.00 Norðoyastevnuteitið í Spinnarínum hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag verður leikt fyri seinastu ferð.

19.00-03.00 Varpið – Føroya Bjór Lounge

19.00–23.00 Eydnuhjól og kaffe – Húsmøðrafelagið á Bøgøtu 3 Bygdarfelagið Sigursglæman av Húsum skipar fyri eyðnuhjóli. Nógvir góðir vinningar eru m.a. súkklur, hávamøblar, sodavatnskassar, kurvar og nógv annað. í kafeini selja vit breyð við føroyskum viðskera, lagkøku, kaffi, te og okkurt søtt.

19.00 Testovan Marin Malena Benjamin, eisini kendur sum Son of Fortune, framførir í Testouvni hjá Marin Malenu á Biskupstøðgarði. Dyrnar lata upp kl. 19 so tað er møuligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta, áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20. Atongumerki kunnu keypast á bsg.fo

21.00 Varpið Anfinn & Co. – Norðoyastevnukonsert – Á Norðoyastevnu fyri júst 40 árum síðani sá fyrsta tónleika útgavan hjá bólkinum Anfinn & Co, dagsins ljós. Kassetu bandið, sum tá í tíðini varð oftast nýtt, bar heitið „Hví“. Við góðum tónleikarastuðlum úr bólkinum Hjarnar, gjørdust fleiri løg sannar landaplágur; „Vælkomin heim“, „Lítli Fuglur“, „Útsalg“ osfr. osfr.

Atgongumerki: www.varpid.fo

21.00 Vágstún Samkoman í Betesda skipar fyri útimøti

23.30–03.45 STÓR-dansur í Badmintonhøllini við vælumtókta bólkinum ROX við Signar í Homrum. 18 ára aldursmark - NFÍ skipar fyri. Forsølan er á www.billett.fo

23.30 Varpið - Klaksvíkar Hornorkestur spælir horntónleik á pallinum frammanfyri Varpið.

24.00 Miðnáttarsamkoma frammanfyri Varpið. Skótar luttaka og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, flytir fram røðu.

Stórt fýrverk eftir røðuna.

Aftaná fýrverkið verður farið í Varpið til felagssang – orkestur spælir undir.

00.30 KFUM & K Eftir midnáttarrøðuna verður café við suppu, køkum, kaffi/ te. Tey sum framføra við sangi eru: Anna Lovisa Mýri og Finnur, eins og systkini Marin, Hans og Álvur Fuglø Christiansen. Andakt við Annu Klein Olsen.

Góða Norðoyastevnu!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Lýsing