Sølvará heldur føðingardagstalu
Talur við síðuna av gamla kirkjugarði í Vágstúni og beint við, har fyrsta kirkjan í Klaksvík stóð, er ein fastur táttur í norðoyarstevnuni og soleiðis hevur verið seinastu 90 árini.
(Grein úr blaðnum)
Skiftandi talarar hava gjørt Norðoyarstevnuna hátíðarliga seinastu mongu árini. Norðoyarstevnan fyllir nevniliga 90 ár í ár og í hesum sambandi er syrgt fyri, at tað søguliga eisini verður fingið uppá pláss. Og hesum kemur partvíst múlamaðurin, Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, at standa fyri. Vit hava spurt hann, hvat gongur fyri seg í høvdinum, eina viku undan, at hann skal tala fyri stórari mannfjøld á norðoyarstevnu.
Og nú norðoyarstevnan nærkast, hevur Hans Andrias Sølvará longu høvdið fult av tilfari, sum kann setast í samband við norðoyarstevnuna. Hann arbeiðir á Fróðskaparsetrinum og heldur til á fjórðu hædd í bygninginum niðast í Jónas Broksgøtu, sum Thomas Dam lat byggja fyri mongum árum síðani, og sum seinnu árini hevur hýst Fróðskaparsetrinum.
-At halda eina talu hjá mær er ikki bara einfalt og hon fyllur í huganum drúgva tíð, áðrenn hon verður hildin. Akkurát nú hugsi eg um, at norðoyarstevnan fyllir 90 ár í ár. Fyrsta norðoyarstevnan varð hildin í 1936, eitt ár, sum var hendingarríkt í okkara søgu, og kring heimin við, sigur hann.
-Vit hava havt ólavsøku heilt aftur til seyðabrævið og seyðabrævið, sum snýr seg seyðahald, hagapartar og landbúnað, er elsta varðveitta handritið í Føroyum og er dagsett 28 juni 1298. Høvuðshendingin í ólavsøkuni er, at tingið verður sett. Og hóast høvuðsreglan hevur verið, at tingið er sett á ólavsøku, eru tó onkur undantøk.
- Í 1924 varð jóansøka hildin á fyrsta sinni og 12 ár seinni í 1936 verður skipað fyri fyrstu norðoyarstevnuni. Í dag eru sjey fastar stevnur í Føroyum og tað talið hevur ligið fast leingi, sigur Hans Andrias Sølvará.
Broytingar
-Vit síggja broytingar í siðbundnu stevnunum og tær savna ikki eins nógv fólk í dag, sum ólavsøkan ger. Og søgan hjá norðoyarstevnuni er eitt sindur øvugt. Í fyrstuni búðu meginparturin av teimum, sum vóru á norðoyarstevnu í bygdunum í Norðoyggum og í landnyrðingspartinum av Eysturoynni. Klaksvík var tá eitt lutfalsliga lítið pláss, sum var sprottið úr frá kongeliga einahandlinum í Klaksvík. Tá var prestbygdin Viðareiði stóra plássið í Norðoyggjum. Í dag er øvugt, bygdirnar í Norðoyggjum eru at kalla tómar og Klaksvík er vaksin rættuliga nógv og er næst størsti býur í Føroyum, sigur Hans Andrias Sølvará.
Í 19 øld var Klaksvík ikki annað enn fýra bóndabýlingar, sum gingu undir felagsheitinum, Inni í Bø og Klaksvíkin var einans ein lítil vík við kongaliga handilin, og hon er farin undir betong í dag.
-Í fyrstuni varð bygdin kallað Vágshavn, og síðan vann navnið Klaksvík fram og tað vit kunnu siga sum felagsheitið fyri Klaksvík er, at hon er ein tilflytarabygd. Klaksvík var tá eitt stað, har norðoyingar og fólk úr landnyrðingspartinum av Eysturoynni fóru til handils, sigur Hans Andrias Sølvará.
-Her er nógmikið av tilfari at taka burtur úr til at røða á norðoyarstevnu. Hetta er fyrstu ferð, at eg haldi norðoyarstevnurøðu og eg taki tað altíð sum eina alvorliga uppgávu, at halda talu. Sum søgufrøðingur, fari eg at halda meg til søguna og søgan um Klaksvík er spennandi. Her er talan um eitt stað, sum er vaksið skjótt og kanska tí er tað eitt sindur rótleyst. Og dynamikkur stendst ofta burtur úr rótleysum samfeløgum og dynamikkur hevur verið í ólukkumát í Klaksvík, sigur hann.
-Klaksvíkin er ein samanblandingur av kirkjuni, tilflytarum og brøðrunum. Og Klaksvíkin er vorðin stór í mun til allar bygdirnar kring hana, sum eru minkaðar burtur í næstan einki. Tað er vetrarhavnin, sum er orsøkin til hetta. Hyggja vit eftir fólkatalinum, vóru 700 fólk í Klaksvík um aldarskiftið 1800-1900. Í 1950 vóru 4000 íbúgvar í Klaksvík. Tað er 10 prosent av fólkinum í Føroyum og hetta lutfallið er framvegis.
Hans Andrias er norðoyingur við røtrum í Klaksvík og í Múla. Mamman er ættað úr Múla og har eigur familjan enn jørð og seyð.
Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestur, býráðs- og bygdarráðslimum úr Norðoyggjum, skótum og ítróttarfólkum kemur í Vágstún kl. 14.00 í dag har Hans Andrias heldur Norðoyastevnurøðuna.