Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samfelagið er í síni heild broytt og ment ómetaliga nógv hesi seinastu 90 árini | Mynd: Dávur Winther

Norðoyastevnan sett

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  30.05.2026 - 12:50 Mentan Myndarøð Tíðindi

Nógv fólk vóru komin saman í fagrasta veðri á Biskupstorgi í morgun

Boðið varð til ókeypis morgunmat á Biskupstorgi, sum Føroya Banki bjóðaði.

Nósi vitjaði við ballónum og onkrari stuttlig kapping var. Andlitsmáling og glimmur í hárið var eisini á skrá.

Klaksvíkar Hornorkestur spælir sínar føgru tónar og løg.

Kl.10.30 setti Karl H. Johansen, borgarstjóri Norðoyastevnuna.

Onkur vildi vera við, at tá ið Theresa Turiðardóttir Kreutzmann spurdi borgarstjóran, um hann kundi seta Norðoyastevnuna, skuldi hann svara: ”Líka sum í fjør”? Theresa svaraði: ”Líka sum hvørt ár”!

Her niðanfyri verður røðan hjá Karl H. Johansen, borgarstjóra endurgivin:

Góðu norðoyingar og góðu gestir

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar og vælkomin á norðoyastevnu.

Norðoyastevnan í ár er serstøk!

Vit hátíðarhalda nevnliga, at tað er 90 ár liðin síðan fyrsta norðoyastevnan varð hildin.

Tað er trupult ikki at rógva afturá ein slíkan dag, tí tað er heilt ótrúligt, sum nógv er hent hesi árini.

Samfelagið er í síni heild broytt og ment ómetaliga nógv.

Her hugsi eg serliga um broytingarnar í infrakervinum, sum m.a. ger tað møguligt hjá øllum føroyingum at koma til og frá Klaksvík sama dag.

Tað dámar okkum væl, hóast tað eisini var ein sjarma at hava gestir liggjandi nátt í fleiri dagar, hóast plássið var lítið.

Eitt annað úrslit av broytta infrakervinum, sum eg havi hug at nevna, er økið her.

At grót úr einum undirsjóvartunli, skuldi verða viðvirkandi til, at Klaksvík bleiv eitt annað Manhattan við høgum íbúðarbygningum, hotelli, handilsvirksemi, einum savningarstaði og einum ríkum mentanarlívi hevði ongin droymt um fyri 90 árum síðani.

Menningin er so ógvuslig - skilt á ein jaligan hátt - at tað er ilt at ímyndi sær, hvussu býurin fer at mennast tey næstu ára-10.

Vit hava sæð, og upplivað støðugt, at tað óhugsandi er møguligt, um vit hava viljan, og rúma hugflogi og áræði.

Tí eitt er vist, tað trýtur ikki við dugnasemi innan alskyns handverk og list.

Hóast broytingarnar eru eyðsýndar á nógvum økjum, so standa grundsúlurnar í norðoyastevnuni rimmar fastar.

Ítróttur og mentan hava øll hesi 90 árini myndað norðoyastevnuna, og ger tað enn tann dag í dag.

Kanska ongantíð meira enn tað sama.

Tá ið eg í gjár spákaði mær ein túr gjøgnum býin slóð tað meg enn einaferð, at tað er heilt ótrúligt, so ríkt mentanarlív vit hava í býnum:

Súkklukapping, kondibingo, kórsangur á Skúlatrøð, fótbóltur á Másheyggi, hornblástur og framsýningar í Varpinum, sjónleikur í Spinnarínum, konsert í biskupsstøðgarðinum - alt hetta samstundis og meira afturat.

Harumframt hevur Klaksvíkar Sjónleikafelag hildið 90 ára føðingardag í fleiri dagar.

At borgarstjórafrúan skuldi fáa fornemma heiðurin at hátíðarhalda 90 ára merkisdagin saman við James, Dáva Winther og undanfarnum borgarstjórum gjørdi ikki upplivingina minni góða.

Góðu tit øll!

Seinni í dag verður fyrsta skotið til FM-kappróðurin latið. Tað er nakað, sum vit øll gleða okkum til.

Eitt summar, har tjóðarítrótturin fær rúmd og kemur til heiður og æru.

Klaksvíkar Róðrarfelag er aftur í ár væl umboðað, og tað gleðast vit almikið um.

Í Klaksvík hava vit góðar umstøður at hyggja eftir kappróðri frá fleiri vinklum, men tað er mín vón, at fleiri møta á kaiini til ársins fyrstu kapping, og geva okkara kappróðrarfólki dyggan stuðul, tí hetta er teirra einansta heimliga kapping á árinum.

Tað er eisini mín vón, at tit í dag og í morgin njóta gott av øllum teimum fantastisku tilboðunum, sum skráin hevur at bjóðað.

Aftanfyri hvørt tiltak, hvørja framførslu og hvørja fyriskipan eru eldhugaði fólk, sum brúka sína tíð uppá at gera tað áhugavert og innbjóðandi hjá okkum øllum at ferðast runt í býnum.

Eg vil tí enda við at takka øllum, sum eiga ein lut í at gera hesa norðoyastevnuna til eina góða uppliving fyri bæði borgarar og vitjandi.

Hjartans tøkk.

Vælkomin á norðoyastevnu!

Takk fyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Lýsing