Norðoyastevnuskrúðgonga og -røða í fagrasta veðri
Ongantíð áður hava so nógv ítróttarfólk, skótar og áhoyrarar savnast í Vágstúni til Norðoyastevnurøðuna – Ja, Vágstún var at kalla ov lítið.
Veðrið var av tí fagrasta, nú Norðoyastevnan hevur 90 ár á baki og skuldi fáa sína føðoyingardagsrøðu frá klaksvíkinginum, Hans Andrias Sølvará, professara í søgu.
Tað var helst tí, so nógv ítróttarfólk, skótar, bý- og bygdarráslimir og áhoyrarar savnaðust í Vágstúni at heiðra dagin, har sjálvandi eisini Klaksvíkar Hornorkestur setti sín fløvandi dám á løtuna.
Áhugavert var at hoyra søguliga afturlitið um Norðoyastevnuna, har Hans Andrias eisini leit fram í tíð og samanbar við festivalar, men serliga Sjómannadagin, sum hava hvør sín leiklut og bygnað. Tó slepst neyvan undan, at serliga kappróðurin og ítróttin frammhaldandi kemur at mynda sína siðbundnu Norðoyastevnu.
Niðanfyri verður røðan hjá Hans Andrias Sølvará, professara, endurgivin:
Norðoyastevnan 90 ár
Góðu áhoyrarar, norðoyingar, norðoyastevnugestir, góðu ítróttafólk.
Í ár hátíðarhalda vit, at tað eru 90 ár síðan fyrstu Norðoyastevnuna í 1936. Síðan er norðoyastevnan hildin á hvørjum ári, tó ikki krígsárini 1940-1945, og so vóru nakrar avmarkingar undir koronafarsóttini.
Tá norðoyingar fóru undir Norðoyastevnuna í 1936, so var eitt endamál at leggja lunnar undir eitt tilboð til norðoyingar, sum skuldi vera teirra ”Ólavsøka”. Á Norðoyastevnu skuldu fólk koma saman fyri at vera saman til gaman og álvará og kappast innan ítróttargreinar. Felagslív, fólkafundir og ítróttur høvdu høga raðfesting á fyrstu Norðoyastevnuni. Longu frá byrjan av var harumframt ætlanin, at talan skuldi gerast um eina stevnu, sum skuldi vera ein føst summarstevna á hvørjum ári – eisini fyri føroyingar aðrastaðni.
Ólavsøkuhald í Vági
Suðuroyingar høvdu longu í 1924 lagt fyri við eini stevnu, sum var hugsað sum eitt Ólavsøkuhald suðuri Vági – kanska tí, at arbeiðsgevarar hildu tað vera óheppið, at suðuroyingar í stórum tali fóru til Havnar á Ólavsøku í fleiri dagar. Fyrsta stevnan varð sostatt hildin sama dag sum Ólavsøkan í Havn, 29. juli, men tað eydnaðist eftir øllum at døma ikki stevnufyrireikarunum at halda suðuroyingum frá fara til Havnar á Ólavsøku. Í øllum førum sæst, at longu árið eftir var stevnan 30. juni og kom at liggja har, sum hon enn liggur – á Jóansøku ella nærmasta vikuskifti eftir 24. juni. Jóansøkan skuldi ikki vera eitt Ólavsøkuhald í Vági, men stevnan skuldi vera eitt nýtt stevnutilboð – annaðhvørt ár á Tvøroyri og annaðhvørt ár í Vági.
Tann fyrsta Norðoyastevnan
Norðoyastevnan varð longu frá byrjan av í 1936 hugsað at vera fyrsta sunnudagin í juni – um hann ikki var serligur heiligdagur. Stevnuskráin byrjaði leygardagin við kappróðri, meðan tey flestu tiltøkini vóru sunnudag. Ein grund til hetta valið av stevnudegi var, at sjófólk skuldu fáa eitt alternativ til Ólavsøkuna, sum lá illa fyri fyri hjá teimum. Norðoyastevnan skuldi liggja so seint, at sluppirnar vóru komin aftur av fiskiskapi á suðurlandinum í Íslandi, men so tíðliga, at tær ikki vóru farnar avstað aftur á Eysturlandið og til Grønlands til fiskiskap. Fiskivinna og sjófólk høvdu upprunaliga stóran týdning fyri Norðoyastevnuna.
Soleiðis greiddi John Reid Bjartalíð, sum mintist ta fyrstu Norðoyastevnuna, frá í røðu Vágstúni í 1965.
Skráin var eisini eitt sindur øðrvísi enn hon er í dag. Tennis, sum er gomul ítróttagrein í Klaksvík, var á fyrstu Norðoyastevnuskránni. Tennisvøllur var norðanfyri Gamla skúla í 1904, og tennis – ikki fótbóltur – var fyrsta ítróttagrein hjá KÍ, sum varð sett á stovn sama ár. Á tí fyrstu Norðoyastevnuni í 1936 spældu bert klaksvíkingar tennis – til æru fyri gestunum. Tennis, sum klaksvíkingar spældu nógv undir krígnum, var framvegis á Norðoyastevnuskránni til miðskeiðis í 1950-árinum, tá tennis datt niðurfyri í Føroyum.
Kappróður, fótbóltur og hondbóltur vóru av fyrstan tíð eisini ein partur av Norðoyastevnuskránni. KÍ varð sum kunnugt sett á stovn í 1904, meðan eitt kappróðrafelag ikki varð sett á stovn fyrr enn í 1936 í sambandi við fyrstu Norðoyastevnuna. Kappróður hevði verið fyriskipaður hvørja Ólavsøku síðan 1924, men eisini í Klaksvík høvdu fólk róð kapp til ymisk høvi áðrenn fyrsta Norðoyastevnukappróðurin í 1936. Siðvenjan at rógva kapp er gomul og hevur í øllum førum røtur aftur í menningina av fiskivinnuni í 1800-talinum, tá føroyskir menn í føroyskum bátum róðu um kapp til ella frá útróðri ella í samband við grind. Hann hevði eitt vinnuligt endamál, sum var at menna bátar og rógvikynstur til útróður og grind. Hetta var eisini málið hjá Jens Christian Svabo, tá hann í 1782 skeyt upp at skipa fyri kappróðri á Ólavsøku.
Í 1936 vóru ítróttakappingar ikki lagdar í fasta legu eftir føstum kappingarleisti, sum fevndi um skipaði kappingarár fyri allar Føroyar. Kappingar vóru í utgangsstøði fyriskipaðar lokalt og til ávís høvi. Í hesum høpi vóru stevnurnar nýskapandi, tí tær gjørdu tað møguligt at skipa kappingar um og fyri allar Føroyar.
Klaksvíkingar áttu einki 10-mannafar til kappróður í 1936, so neyðugt var at fáa ein tílíkan bát til vega um teir skuldu luttaka á róðrinum á Norðoyastevnu. Áhugin var ikki so stórur fyri at fíggja eina so stóra íløgu, so kappróðrarfelagið mátti umhugsa at byggja ein kappróðrar- og grindabát fyri at fáa undirtøku og fígging til bátin. Norðlýsið spurdi í 1980 Jóhann Petersen (Skard), sum var tann einasti í fyrstu nevnd felagsins frá 1936, sum enn var á lívi, um hetta. Jóhann upplýsti fyri Norðlýsinum, at 25 mans tóku seg saman til at fíggja og byggja ein felags kappróðrar- og grindabát. Hetta samsvaraði væl við upprunan til kappróðurin, og tað var helst tann einasta møguleikin í 1936. Tað var Poul Hammer suðuri í Vági, sum bygdi fyrsta 10-mannafarið til Klaksvíkar róðrarfelag.
Báturin gjørdist kortini ikki liðugur til stevnuna, so neyðugt var at lána Grækarissa róðrarbát úr Havn. Tað gekk ikki gott – havnabáturin var klaksvíkingum ov sterkur. Ætlanin var kortini at fara til Havnar á Ólavsøku at rógva við nýggja bátinum, sum skuldi vera liðugur tá. Men júst sum teir skuldu fara avstað, komu boð frá eini 10-mannafars manning í Gøtu, sum eisini hevði ætlað sær á Ólavsøku at rógva, at grind var í Gøtu. Báðar manningar komu í eina tvístøðu – til Havnar á Ólavsøku ella til Gøtu í grind –, men tær valdu báðar at fara í grind í Gøtu. So tað gjørdist sambært Jóhann eingin 10-mannafarsróður hjá gøtumonnum ella klaksvíkingum á Ólavsøku í 1936.
Av 8-mannaførunum vann Gerðabáturin á Norðoyastevnu í 1936, og tað gjørdu klaksvíksgentur eisini, so heilt galið var tað kortini ikki hjá klaksvíkingum við kappróðrinum á fyrstu Norðoyastevnuni í 1936.
Árið eftir – í 1937 – fekk tann fyrsti klaksvíkingurin hjá kappróðrarfelagnum skaða í einum grindadrápi í Gøtu. Tá gjørdi felagið av, at klaksvíkingur ikki aftur skuldi brúkast í grindadrápi, men hann kundi kortini brúkast til grindaraksturin. Báturin varð sambært Jóhann brúktur til kappróður til einaferð í 1950-árini.
Tað gekk eitt sindur betri við fótbóltinum. KÍ skuldi á Norðoyastevnu spæla móti TB, elsta fótbóltsfelag í landinum. Kí hevði ongantíð vunnið á TB, sum varð stovnað í 1892, men í 1936 vann KÍ 2-1 á TB. Jógvan E. Ósá, Edda, hevur frá pápa sínum Karl Jákup S. Jacobsen – seinni Ósa – sagt frá, at tað var strævið á Norðoyastevnu. Karl hevði róð við klaksvíkingi Norðoyastevnuaftan og spælt við KÍ Norðoyastevnudag í 1936. Karl var fyrilagstur aftaná Norðoyastevnuna, men tað var hinvegin ógvuliga stuttligt at vinna á TB.
Í hondbóltskappingini, har einans tvey lið luttóku, vann klaksvíksliðið eisini á Neistaliðnum úr Havn.
Ein fastur táttur á Norðoyastevnu var frá byrjan fólkafundir – fyrst í skúlagarðinum og síðan í Vágstúni. Eisini var sjónleikurin “Hjá Dalabóndanum” sýndur í samkomuhúsinum. Og dansur var bæði kvøldini.
Stevnan broytist og ítróttargreinir mennast
Skráin er síðan víðkað við fleiri døgum og ítróttargreinum, soleiðis at sunnudagurin mest hevur verið ein endi við lista- og málningaframsýningum aftaná nakrar dagar við veitsluhýri, ítrótti og útimøtum.
Norðoyastevnan hevur tað eg minnist sum unglingi á Stongunum í 1970- og í 1980-árunum verið ein fjølbroytt stevna fyri øll – børn, ung og gomul, føroyskan og enskan dans, gaman og álvará. Fólk komu allastaðni frá fyri at hitta vinir, kenningar og familju, meðan ítróttafólk komu higar fyri at kappast í síni ítróttagrein ella kanska ítróttagreinum. Nógv vóru í Klaksvík alt vikuskiftið og settu dám á stevnuna.
Hetta er broytt nógv seinastu áratíggjuni. Tann stóru bulurin av stevnugestum, ítróttafólkini, fara ofta avstað aftur so skjótt sum teirra kapping er liðug. Samferðslan millum oyggjarnar er vorðin nógv betri síðan fyrstu Norðoyastevnuna í 1936, tá tað ikki var so lætt at ferðast dagliga. Harumframt kunnu fólk fylgja við í ítróttatiltøkum uttan at vera á stevnuøkinum. Ein onnur høvuðsgrund til hesa gongdina er, at ítróttargreinarnar og ítróttaíðkararnir seinastu áratíggjuni eru vorðnir meira yrkisligar. Kappróðurin var eins og aðrar kappingar upprunaliga skipaður sum einstakar stevnukappingar, har einstakar manningar – kvinnur ella menn – fóru í bátin til onkrar ávísar stevnur, men síðan 1973 hava stevnuróðrarnir verið skipaður sum ein landsfevnandi kapping, sum endar við, at føroyameistarar verða kosnir á Ólavsøku. Fyri veruliga at vera við í kappingini mugu manningar luttaka á øllum sjey FM kappróðrunum í Føroyum.
Kappingarnar eru orsakað av hesi gongdini vorðnar so krevjandi, at tað illa ber til at ímynda sær, at KÍ kann leika kappingarfótbólt á einum skeivum sandvølli, har annar endin var 1 metur og 80 sentimetrar lægri enn hin endin, men tað var veruleiki í 1970-árunum. Tað er eisini trupult at ímynda sær, at dagsins kappróðrarfólk kunnu kappast um Føroyameistaraheitir í kappróðrarbátum, sum eisini skulu brúkast í grindadrápi. Bæði ítróttafólk og teirra amboð eru ment so nógv síðan 1936, at m.a. róðrarfólk mugu fáa til vega bestu bátarnar og næstan alt árið leggja orkuna í rógvingina, um tey skulu hava nakran møguleika fyri at vera millum tey bestu ella kanska vinnandi kappróðrarfólkini, tá kappingarárið endar á Ólavsøku. Harumframt mugu tey leggja seg eftir at íðka eina ávísa ítróttagrein fyri at gerast dugnalig innan hana.
Hendan yrkisliga gongdin hevur loyst sambandið millum ítrótt og gerandisdag, men hon hevur styrkt ítróttargreinarnar nógv. Samstundis hevur hendan gongdin minkað um talið á vitjandi stevnugestum, sum liggja nátt, á øllum øðrum stevnum enn á Ólavsøku, har gleðis- og veitslurómurin eftir eitt stríggið kappingarár kann sleppast leysur av teimum flestu aftaná teir seinastu kappróðrarnar Ólavsøkuaftan.
Harumframt hava nýggj tiltøk, kanska serliga teir stóru tónleikafestivalarnir, gjørt útboðið av tiltøkum um summarið nógv størri, enn tað fyrr hevur verið. Í 1936 var útboðið Norðoyastevnan, Jóansøkan og Ólavsøkan. Tá hugsað verður um upprunaliga endamálið við Norðoyastevnuni, so er tað helst fyrst og fremst Sjómannadagurin í Klaksvík, sum síðan 2005 hevur kappast um sama skara av fólki og tiltøkum, sum Norðoyastevnan gjørdi – lokal tiltøk fyri ella um sjófólk, sum nú eru meira heima enn eftir kríggið.
Norðoyastevnan og føroyskur siðaarvur
Norðoyastevnan – og hinar stevnurnar – hava hinvegin framvegis síni heilt egnu og serligu sereyðkenni.
Tiltøkini á Norðoyastevnu eru eftir 90 ár vorðin rættiliga viðurkend, tjóðskaparliga rótfest og samskipaði av landsfevnandi felagsskapum, sum ikki vóru til í 1936, tá heldur einki lokalt róðrarfelag var í Klaksvík. Her er ein stórur munur millum dagsins Norðoyastevnu og Sjómannadagin við fleiri lokalum tiltøkum.
Og so er tað kappróðurin, sum hevur fingið eina serliga støðu á øllum stevnunum.
Samstundis sum motorar í fyrru helvt av 20. øld vórðu settir í teir siðbundnu vinnuligu róðrarbátarnar, sum í 1930-árunum gjørdust bæði breiðari og djypri, mentist við stevnunum ein heilt øðrvísi útgáva av róðrarbátinum, sum burturav gjørdist kappróðrarbátur. Kappróðrarbáturin skuldi í mun til motorbátin vera lættur, sniðið varð lagað eftir at økja róðrarferðina, men báturin kundi illa nýtast til útróður. Hesin serligi koppróðrarbáturin er í dag stórt sæð tann einasti føroyski róðrarbáturin, sum framvegis verður smíðaður.
Tónleikafestivalarnir fara helst saman við Norðoyastevnuni at mennast við støði í tónleikinum, meðan Sjómannadagurin fer at mennast við sjóvinnuni og sjófólkum. Tað, sum hinvegin hevur ment og fer at halda lív í stevnunum, verður ítrótturin, ikki minst kappróðurin, sum er blivin tjóðarítróttin hjá okkum. Norðoyastevnan – og hinar stevnurnar – hava varðveitt og ment ein avgerandi part av okkara siðaarvi – føroyskt bátasmíð og føroyska róðrarbátin, sum í 2021 kom á UNESCO listan yvir alheimsins siðaarv.
Norðoyastevnan yvirlivdi longu fyrstu árini stórpolitiskar rembingar, seinna heimskríggj og seinni eisini innlendis kapping. Tí er eingin grund til at halda, at Norðoyastevnan ikki eisini skuldi havt eina framtíð í 2026 nú hon er vorðin ein siðbundin og týðandi partur av okkara felags og alheimsviðurkenda siðaarvi.
Her hava vit stevnufyriskiparum, ítróttini og kappróðarfeløgum kring alt landið nógv at takka fyri.
Takk fyri og hjartaliga til lukku við 90 ára føðingardegnum hjá Norðoyastevnuni.
Hans Andrias Sølvará