Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit liggja nummar eitt !!

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  31.05.2026 - 18:21 Ítrottur Tíðindi

Hóast sjey leikarar eru skaddir, tveir vóru sjúkir og ein hevði leikbann so vunnu okkara dreingir kortini trupla dystin ímóti EB/Streymi, sum t.d. hevur vunnið á HB í Gundadali.

Tá ein lesur og hoyrir frásagnir frá dystunum hjá KÍ, er tað sum um at eyga einki gott vil síggja.

Hesin hugburður ávirkar sjálvandi øll, sum lesa og lurta, tann neiliga vegin ímóti besta mansliði okkara.

Sum KÍ-fjepparar eigur tað ikki at hóva okkum, at vit tosa KÍ so nógv niður, sum til tíðir verður gjørt.


Hamrandi hart arbeiði

Sannleikin er tann, at tað er hamrandi hart arbeiði at vinna eitt meistaraheiti, og at endurvinna eitt FM krevur enn meir.

Men um tað er nakað, vit síggja frá Jákupi, Jóannesi, Odmari, Árna, Páll og øllum hinum hvønn einasta dyst, so er tað nevniliga hamrandi hart arbeiði, ið vit fjepparar kunnu vera stoltir av og eiga at vísa okkara heilhjartaða stuðul.


Verjur vinna meistraraheiti

Ein kendur altjóða venjari segði einaferð, at álop vinna dystir, men verjur vinnur meistaraheitir.

Og KÍ er so nógv stinnast, tá tað kemur til at verja.

KÍ er tað einasta liðið, sum ikki hevur latið meir enn eitt mál inn í nøkrum dysti í ár.

Einasta undantakið er fyrra hálvfinalan ímóti NSÍ, men tá vísti álopið hinvegin høgan klassa og skoraði fýra ferðir, so KÍ vann 4-2.


KÍ hevur latið átta mál inn í landskappingini:

  • Tvey eru komin tá vit vóru frammanfyri 5-0
  • Tvey eru brotsspørk
  • Tvey eru beinleiðis fríspørk


Bara AB og B36 hava megnað at skora ímóti okkum í opnum spæli og lagt seg framum við tí.


Vunnu uttan tíggju leikarar

Til heimadystin á norðoyastevnu ímóti EB/Streymi mátti KÍ klára seg uttan tíggju av sínum leikarum:

Í málinum og verjuni manglaðu hesir fýra leikarar: Sebastian (skaddur), Gilli (sjúkur), Robert Williams (skaddur) og Jean Carlos (leikbann).

Á miðvøllinum manglaðu hesir fýra leikarar: René Shaki (skaddur), Hallur (skaddur), Deni (skaddur) og Hampus (sjúkur).

Í álopinun manglaðu hesir tveir leikarar: Patrik (skaddur) og Jóhan Josephsen (skaddur).

Samanlagt heilir tíggju leikarar, sum altso ikki vóru tøkir ímóti EB/Streymi.

Men okkara røsku menn, sum vóru tøkir, teir vóru eisini fúsir - og teir vunnu !

Latið okkum KÍ-fjepparar siga sum ein kendur KÍ-stuðul plagdi at rópa

”Kom so, dreingir!

Vit elska tykkum!”

 


KOYR Á KÍ !!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Lýsing