Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flogbóltslandsliðið við monnum til Norðurírland

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  01.06.2026 - 10:07 Ítrottur Tíðindi

Landsliðið við monnum í flogbólti skal komandi vikuskifti kappast um týðandi styrkistig í Norðurírlandi.

 

Síðani Bónus steypakappingin endaði síðst í Apríl, hava mennirnir fyrireikað seg til CEV-SCA kappingina, sum verður í Craigavon í Norðurírlandi frá 5. til 8. juni. Craigavon liggur áleið 1/2 tíma frá Belfast.


Kappingin er um SCA meistaraheitið, men fyri Føroyar snýr hon seg eisini í stóran mun um at vinna styrkistig til styrkilistan í flogbólti. Her liggur Føroyar í løtuni á einum 39. plássi í Evropa av 56. limalondum í CEV. 


Føroyska liðið er í innleiðandi bólki við Norðurírlandi og Írlandi. Í hinum bólkinum eru San Marino, Skotland og Liktenstein. Føroyska liðið er helst millum sterkaru liðini í kappingini so vónir eru um, at Føroyar við hesi luttøkuni kann taka seg nøkur pláss fram á styrkilistanum.


Høvuðsvenjarin Boban Ilic, hevur úttikið hesar leikarar til kappingingina: Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen. Hjálparvenjari er Oleksandr Dmytriiev og hjálparvenjari og hagfrøðingur er Andreas Reinert Zachau. Jónhild Poulsen verður ferðaleiðari á ferðini, sum byrjar hósmorgunin 4. juni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…