Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesa vikuna fara nógv støð at hava klárt og gott veður, serliga vestanfyri, sum á myndini. Men í veika luftrákinum við lýggju og slavnu luftini fer at vera mjørki, serliga í støðum eystanfyri. Hann fer at mala av ymsum ættum, so vónandi fara vit øll at fáa ein partin av tí góða veðrinum. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  31.05.2026 - 22:11 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fara nógv støð at hava klárt og gott veður, serliga vestanfyri, sum á myndini. Men í veika luftrákinum við lýggju og slavnu luftini fer at vera mjørki, serliga í støðum eystanfyri. Hann fer at mala av ymsum ættum, so vónandi fara vit øll at fáa ein partin av tí góða veðrinum. Mynd: Hilda Sjúrðardóttir.

Yvirhøvur gott veður í vikuni, sum stendur fyri framman. Sum veðurkortini eru í kvøld, fer hann ikki upp um 8 m/s. Heldur ikki nógv avfall – einki brúgvalag fer framvið – men ælaveður viðhvørt. Eisini hitalagið fer at vera støðugt, fer at liggja millum 8 og 13 stig. Hetta lýggja og veika luftrákið fer at hava mjørka við sær til nógv støð, serliga ímóti ættini.  

Taka vit eitt skjótt yvirlit yvir lágtrýst o.a., so fara tey at ganga ímóti Skotlandi alla vikuna, og vit fara at liggja norðan fyri tey. Tí fer hann at liggja av eystri niður ímóti suðuri fram til næsta vikuskifti.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:  

Mánadagin:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið, í støðum mjørki. Hitin 8 til 12 stig.

Týsdagin:

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum mjørki. Um kvøldið og um náttina lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, samdrigið og ælaveður, í støðum mjørki. Hitin 9 til 13 stig.

Mikudagin:

Lítið lot til frískt lot av landsynningi og eystri, minni enn 8 m/s, samdrigið og stundum regn ella ælaveður, í støðum mjørki. Hitin 9 til 13 stig.

Hósdagin:

Lítið lot til frískt lot um eystan, minni enn 8 m/s, minkandi niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og ælaveður, í støðum mjørki. Hitin 9 til 13 stig.

Fríggjadagin:

Lítið lot til frískt lot av útsynningi, minni enn 8 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið dregur á luftina. Hitin 9 til 13 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival