Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj barnabók løgd fram á norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.06.2026 - 13:11 Myndarøð Tíðindi

Hin 9. september í 2019 skrivaði Norðlýsið grein um eitt sjáldsama fitt og spakt heimalamb, sum Elisabeth Joensen (Betta á Dalinum) hevði “forkelað”, sum var tað næstan eitt húsdjór

 

Nú hevur Betta skrivað barnabók um heimalambið. Bókin er bygd á veruligar hendingar og er ætlað børnum men kann eisini vera stuttlig at lesa hjá barnsligum vaksnum.

Í bókini er stuttur orðalisti, sum greiðir frá orðum og fyribrigdum, sum koma fyri í søguni - um seyð, hoygging og amboð, sum fleiri ikki kenna longur, og tekningar eru eisini, sum vísa, hvussu ymiskt av hesum sær út.

Bókin kann eisini nýtast sum lesibók í fólkaskúlanum, til evnisarbeiði og tá ið greiðast skal frá tí siðsøguliga.

Betta hevur yrkt og skrivað, síðan hon var ung, men barnabókin “Heimalambið Nella” er fyrsta bók, ið hon gevur út.

Bókin varð løgd fram á Klaksvíkar bókasavni á norðoyastevnu hin 30. mai í 2026 í fullsettum húsi. Hetta var ein hugnalig løta.

Á skránni var sangur frá einum barnakóri á Skúlatrøð, prát við rithøvund og teknara, brot úr bókini varð lisið, og kaffi og køkur vóru at fáa.

Bókadeildin hevði 70 bøkur norður við úr Havn, og tær vórðu allar seldar alt fyri eitt, so fleiri, ið ætlaðu at keypa bókina, kundu tíverri ikki fáa bókina henda sama dag.

Bókin fæst til keyps í bókahandlunum.

Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt bókina, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…