Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsroknskapurin fyri 2025 hevði 11 mió. kr. í avlopi

SKRIVAÐ: Fíggjarmálaráðið  |  02.06.2026 - 13:53 Tíðindaskriv

Landsroknskapurin fyri 2025 er latin Løgtinginum. Roknskapurin fevnir um inntøkur og útreiðslur hjá landskassanum í fíggjarárinum. Roknskapurin gevur eina heildarmynd av virkseminum og fíggjarstøðuni hjá landinum.

 

Samtykta fíggjarlógin fyri 2025 gav hall á 120 mió. kr. Eykajáttanir í árinum vóru 27 mió. kr. Somuleiðis vórðu 9 mió. kr. brúktar av framfluttum løgujáttanum. Samlað hevði fíggjarlógin hall á 156 mió. kr.

Staðfesti landsroknskapurin hildnaðist tó betri. Inntøkurnar vóru 92 mió. kr. hægri enn mett, og útreiðslurnar 75 mió.kr. lægri enn játtað, tilsamans 167 mió. kr.

Samlaðu inntøkurnar frá skatti, avgjøldum, ríkisstuðli og øðrum vóru umleið 7,5 mia. kr. Samlaður útreiðslurnar vóru somuleiðis út við 7,5 mia. kr.

Rakstrar-, løgu- og útlánsúrslitið (RLÚ1) fyri 2025 var 11 mió. kr. Tað er heldur frægari enn í 2024, tá ið úrslitið var eitt hall á 172 mió.kr. 

Vit kunnu øll fegnast um, at eitt lítið avlop var í 2025, men vit vita eisini øll um avbjóðingarnar, sum landskassin hevur fyri framman. Aðalmálið hjá samgonguni er at taka ábyrgd, og samgongan hevur sett sær fyri at reka ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk bæði nú og frameftir, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður.
 

 

Landsroknskapurin kann lesast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu