Lýsing
Lýsing
Lýsing

Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu

SKRIVAÐ: Rani Nolsøe  |  02.06.2026 - 18:35 Mentan Tíðindi

Tá eg í dag fór mær ein rennitúr uppi á Guttabreytini, var eg so heppin at møta grannanum Esmari Mørkøre.

 

Esmar er føddur í 1932, so tað er rættuliga inspirerandi at síggja, at hann framvegis er so aktivur.

Vit fingu sjálvandi eitt gott prát.

Esmar er sonur hin navnframa Eiðis-Jóhan í hansara seinnu giftu. Mamman var Elsebeth Fredrikke Hansen úr Haraldssundi. Eiðis-Jóhan og Elsebeth giftust í 1926, tvey ár aftaná at fyrra kona Eiðis-Jóhan, Christina Malena í Innistovu í Vági, doyði.

Tá hon varð jarðað í 1924, blivu hon og systurin, Sofía Malena, lagdar í somu grøv, tí tær doyðu dag um dag.
Christina Malena var dóttur hin ikki minni navnframa Hoyrikk á Nesi.

Hoyrikkur var úr Innistovu á Trøllanesi og flutti til Klaksvíkar, har hann í 1877 giftist Elsebeth Thominu í Vági.
Tað var gott samband millum Trøllanes og Vág, tí pápi til konu Hoyrikk, Jógvan bóndi í Vági, hevði konu úr Innistovu á Trøllanesi.

Hoyrikkur og konan fingu eina trøð av Vágshaga, innanfyri Víkará, og bygdu har. Tey húsini standa beint omanfyri mítt barnaheim í Víkunum, har sum Malan og Kissa búgva í dag.

Hoyrikkur sigst vera fyrsti jarnsmiður í Klaksvík burturav, og var hann tann fyrsti, sum hevði lærlingar. Teirra millum vóru Jógvan í Grótinum og gamli Samson.

Ikki sørt, at Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu.

Tá vit skiltust í dag avtalaðu vit at taka prátið uppaftur, næstu ferð vit hittast á Guttabreytini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…