Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milliónir krónur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.06.2026 - 11:13 Politikkur Tíðindi

Hóast verkætlanin hevur verið viðgjørd politiskt fleiri ferðir, er neyðuga játtanin enn ikki fingin til vega. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu

 

 

Sambært Landsverki er kostnaðurin fyri verkætlanina mettur til umleið 72 milliónir krónur. Í metingini er eitt váðaískoyti upp á 30 prosent.

Verkætlanin fevnir um at breiðka vegin, so hann fær tvær farbreytir, umframt gongu- og súkklubreyt. Eisini skulu gøtuljós setast upp, og verjugrótið á norðaru síðuni hækkast fyri at verja betur móti sjóroki.

Byrgingin um Haraldssund er umleið 350 metrar long, og á størsta partinum av teininum er vegurin í dag ikki nóg breiður til, at tvey akfør kunnu møtast uttan trupulleikar.

Jacob Vestergaard sigur, at ferðsluviðurskiftini um Haraldssund skulu vera í lagi, og at verkætlanin fer at gera farleiðina tíðarhóskandi. Hann staðfestir samstundis, at íløgukarmurin er avmarkaður, men vónar, at tað fer at bera til at raðfesta verkætlanina komandi árini.

 

mynd Oliver Joensen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…