Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggja danska stjórnin | Mynd: Altinget

Her er nýggja stjórnin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.06.2026 - 09:40 Politikkur Tíðindi

Fýrasmærustjórnin er nú mannað og kvinnað við tilsamans 21 ráðharrum og -frúm. Socialdemokratarnir fáa 9, Socialistisk Folkeparti fær 4, Moderatarnir 4 og Radikali Vinstra fær 3 ministarar. Hartil verður ein uttanflokkaráðfrúgv, sum SF hevur tilnevnt, eisini.

Mette Frederiksen verður statsministari ella forsætisráðfrúgv. Tað var alt annað enn óvæntað, men mong í baklandinum eru skelkað av, at Nicolai Wammen, ið áður hevur verið fíggjarmálaráðharri, nú ”bert” verður løgmálaráðharri ella justitsministari. Fíggjarmálaráðharri verður Peter Hummelgaard, og tað síggja mong sum tekin um, at hann nú er nýggi ”krúnprinsurin” hjá Mette Frederiksen.

Uttanríkis- og integratiónsministari verður Morten Bødskov, meðan Magnus Heinicke verður undirvísingarmálaráðharri. Javnstøðuráðfrúgv og virknismálaráðfrúgv (beskæftigelsesminister) verður Ane Halsboe-Jørgensen, og verjumálaráðharri verður Jeppe Bruus. Ida Auken verður heilsumálaráðfrúgv og kirkjumálaráðfrúgv, og náttúru- og djóravælferðarráðharri verður Christian Rabjerg Madsen.

Fara vit til SF, Socialistiska Fólkaflokkin, verður forkvinnan Pia Olsen Dyhr búskapar- og innanríkismálaráðfrúgv; býar-, lands- og ferðamálaráðfrúgv (transportminister) verður Signe Munk og Lisbeth Bech-Nielsen verður samfelagstrygdarráðfrúgv og tilbúgvingarráðfrúgv. Maria Reumert Gjerding, sum ikki er limur í nøkrum flokki, men sum SF hevur útnevnt, verður umhvørvismálaráðfrúgv, og barna-, eldra- og bústaðarmálaráðharri verður Jacob Mark.

Moderatarnir fáa 4 ministarapostar: Lars Løkke Rasmussen verður uttanríkisráðharri, Jakob Engel-Schmidt verður skatta- og vakstrarmálaráðharri, Monica Rubin verður sosialmálaráðfrúgv og ministari fyri norðurlendskt samstarv, meðan Christina Egelund verður granskingar-, útbúgvingar- og talgildisráðfrúgv.

Og í Radikala Vinstra verður Martin Lidegaard tað, ið rópast Erhvervs- og konkurrencekraftsminister, Samira Nawa veðurlags-, orku- og veitingarmálaráðfrúgv, meðan Zenia Stampe verður mentamálaráðfrúgv.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…