Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðlar við á fundi í næmingaráðnum

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  03.06.2026 - 09:02 Tíðindi

Í 8. flokki ber til at hava miðlar sum vallærugrein, har tosað verður um miðlar sum heild, um hvussu miðlað verður, hvørjar myndir verða brúktar, um fangandi yvirskriftir, um týdningin av etikki og so framvegis. 

 

Endamálið við undirvísingini er

  • at næmingurin gjøgnum upplivingar, gerðir og lýsingar mennir sín kunnleika at skilja og nýta miðlar og fjølmiðlar,
  • at næmingurin við at arbeiða við ymiskum miðlum ognar sær innlit í útbreiðslu- og samskiftismøguleikar, og í tað at nýta miðilin sum sítt málgagn
  • at næmingurin ognar sær førleikan at skilja týdningin hjá fjølmiðlum bæði í egnari mentan og aðrastaðni, og á henda hátt styrkir egnan hugburð og atferð innan og uttan skúlagátt.

Árið byrjaði við eini vitjan á Norðlýsinum, har vit tosaðu við Jóhann Lützen, blaðstjóra og Kristian Joensen um at gera poddvarp og um at miðla út tað, sum fangar lurtarar og lesarar.

Les tíðindi her: Vitjan á Norðlýsinum

Í ár hava miðlar í 8. flokki eisini arbeitt við at gera stutt klipp við smartfonini. Hetta eru klipp við livandi myndum, tónleiki og teksti. Ein dagin, tá ið næmingaráðið í hádeild hevði kallað inn til fund, vóru miðlar við og tók upp.

Miðlar takkar næmingaráðnum fyri vælvild, og at vit sluppu at vera við. Við hesum leggja vit endaliga klippið úr niðanfyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…