Lýsing
Lýsing
Lýsing
Danir kunnu m.a. síggja fram til ókeypis tannlækna og at hava frí dýra biðidag - men ikki í hesum valskeiðnum | Mynd: TV2.

Fýrasmærustjórnin leggur frá landi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.06.2026 - 20:18 Politikkur Tíðindi

Onkur rópar longu komandi donsku stjórnina fyri ”regeringen, som ingen ønskede”, men hon er nú ein veruleiki, og komandi danska stjórnin, sum sjálv rópar seg Fýrasmærustjórnin ella Firkløverregeringen, hevur í dag lagt fram sína politisku ætlan.

Mette Frederiksen úr Socialdemokratiet, Pia Olsen Dyhr úr Socialistisk Folkeparti, Lars Løkke Rasmussen úr Moderatunum og Martin Lidegaard úr Radikalu Vinstra løgdu samgongugrundarlagið fyri nýggju donsku stjórnini í dag á Marienborg.

Eitt av átøkunum, nýggja stjórnin ætlar, er at tannlæknavitjanir skulu gerast ókeypis. Í fyrstu atløgu skulu einans fyritíðarpensiónistar og sárbærir bólkar, sum tað eitur, fáa ókeypis viðgerð. Men ætlanin er, at í 2035 skulu tannlæknavitjanir, sum ikki eru kosmetiskar, vera ókeypis fyri øll.

Dýri biðidagur skal innførast aftur – men ikki fyrrenn í 2030. Tað er Socialistisk Folkeparti, sum hevur kravt at fáa hann aftur, men longu nú sær lesarin, at 2 av høvuðspunktunum í nýggja samgongugrundarlagnum ikki verða íverksett fyrrenn eftir næsta fólkatingsval.

Av øðrum átøkum stendur, at almenn samferðsla skal gerast ókeypis (les: skattafíggjað) fyri børn og ung upp í 22 ár, og so skal MVG’ið avtakast á fruktum og grønmeti, ætlar stjórnin.

Um Føroyar stendur, at nýggja danska stjórnin fer at stuðla føroysku ynskjunum um sjálvstøðugar limaskapir í WTO og IOC, og at hon er opin fyri at veita statslán til at fíggja Suðuroyartunnilin, um føroysku myndugleikarnir ynskja tað.

Í morgin, mikudagin 3. juni, kl. 10 danska tíð (kl. 9 føroyska) verður kunnugt, hvørjir ministarar vera í nýggju stjórnini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…