Heima sum longst – men hvussu?
Triðji og seinasti parturin í greinarøðini, Heima, sum longst.
Vit tosa nógv um ellisheim og heimahjálp, men ov lítið um tað, sum kann forða fyri tørvinum á teimum. Eftir eina vitjan í Tilhaldinum í Tórsgøtu havi eg sett mær fyri at arbeiða fyri einum líknandi tilhaldi í Norðoyggjum. Tí “heima sum longst” byrjar ikki við røkt – tað byrjar við virksemi, felagsskapi og góðari heilsu.
Nú ein dagin vitjaði eg í Tilhaldinum í Tórshavn. Orsøkin til at eg ynskti at sleppa at vitja júst hetta tilhaldið, var tí at ein borgari í kommununi hevði peikað mær á hetta staðið, sum er eitt tilhald til fólk, ið ikki hava tørv á nakrari hjálp.
Tilhaldið í Tórsgøtu heldur til í bygninginum, sum var fyrsti Føroya Banki í Havn. Áðrenn vit komu fram at úthurðini bjóðaði angin av nýbakaðum bollum okkum vælkomin, og komin innum fóru tankarnir beinanvegin til danskar herskapsíbúðir. Høgt til loftið og ein deiliga luftig atmosfera. Innanfyri ta fyrstu hurðina hoyrdi eg ljóðið av onkrum slag av fimleiki. Har var stólafimleikur á skránni, og aftaná var kaffisteðgur við nýbakaðu bollunum afturvið.
Eg var so heppin, at eg eisini varð boðin til borðs, og her fekk eg eitt gott prát við fleiri teirra, ið sótu har. Familjuviðurskifti vóru sjálvsagt tað fyrsta, ið skuldi avstemmast. Síðani fingu vit rundvísing í bygninginum. Í nøkrum rúmum stóðu bindimaskinur, í øðrum vevar. Í kjallaranum var innrættað við fleiri handverkaraamboðum, og ein brotin stólur lá á borðinum til umvælingar. Í einum rúmi vóru amboð til at venja styrki og vøddar.
Leiðarin greiddi okkum frá, at einaferð um mánaðin møtist ein bólkur til bókaumrøðu, og greiddi annars eisini frá, hvussu vikan var bygd upp við ymiskum aktivitetum. Í tilhaldinum er køksfólk sett í starv, og alt bakverk verður bakað í Tilhaldinum . Hetta er bæði bíligari og skapar trivnað. Leiðarin legði eisini stóran dent á týdningin av at varðveita drekkamunnin, tí hesin drekkamuður er fyri fleiri av luttakarunum einasta máltíðin, tey eta saman við øðrum.
Eitt av tí, sum eg eisini legði mær í geyma, var, sambært leiðaranum, at tey, sum byrja at ganga í tilhaldinum tíðliga í lívinum og áðrenn tey eru farin av arbeiðsmarknaðinum, eisini eru tey, sum halda fram at koma har langt upp í árini.
Hvat merkir “heima sum longst”?
Hetta fekk meg at hugsa um orðini “heima sum longst”, sum vit so ofta brúka, tá vit tosa um eldrapolitikk í Føroyum. Men hvat merkja hesi orðini í veruleikanum? Merkja tey, at fólk skulu kunna liva sjálvstøðugt, virkið og virðiliga heima hjá sær sjálvum so leingi sum gjørligt? Ella merkja tey bara, at fólk verða verandi heima, tí tað ikki eru pláss á ellisheimum?
Tað er jú stórur munur á hesum báðum.
Sannleikin er, at nógv eldri fólk í Føroyum í dag búgva heima, hóast tey als ikki klára seg sjálvi longur. Vit hava fólk væl uppi í 90’unum, ið hava tørv á stórari hjálp, men sum kortini verða verandi heima, tí tað er ikki pláss á ellisheimunum.
Samstundis eru avvarðandi í vaksandi mun farin at bera eina byrðu, sum áður varð lyft av samfelagnum. Og eg síggi fyri mær, at vit komandi 15-20 árini í størri og størri mun fara aftur til tað gamla, har vit passa okkara eldru heima, tí samfelagið heilt einfalt ikki megnar at útbyggja sambært tørvinum.
Vit eru longu afturút og komandi árini fer tørvurin væntandi at vaksa ógvusliga. Vit kunnu ikki blíva við at endurtaka orðini “heima sum longst”, um vit ikki gera nakað, sum veruliga ger okkara eldru før fyri at vera heima leingi.
Ov nógv fokus á røkt fram um fyribyrging
Røkt og sjúkrarøkt fylla meginpartin av eldraøkinum. Heimahjálp, ellisheim og sjúkrarøkt eru tær størstu útreiðslurnar, meðan nógv minni verður brúkt uppá fyribyrging, rehabilitering og venjing. Skipanin hevur sostatt stórt fokus á hjálp og røkt, men nógv minni fokus á at varðveita førleikarnar hjá fólki at klára seg sjálvi. Og við orðunum “heima sum longst” er hetta ein grundleggjandi trupulleiki í sjálvari skipanini.
Altjóða gransking vísir púra greitt, at styrkivenjing, balansuvenjing, fysioterapi og virkið lív kunnu seinka nógv um tað, sum annars ger eldri fólk hjálparleys.
WHO hevur seinastu árini mælt londum til at flyta fokus frá reinari røkt til tað, tey kalla “healthy ageing” og “functional ability” – altso hvussu vit halda eldri fólki virknum og sjálvbjargnum sum longst.
Tað snýr seg ikki bara um at liva longri. Tað snýr seg um at megna lívið longri.
Vøddar hvørva – men tað kann seinkast
Vit hoyra ofta, at vøddar hvørva við aldrinum. Tað er rætt. Men gransking vísir eisini, at nógv av hesum kann seinkast við venjing – serliga um tað verður byrjað tíðliga.
Fysioterapeutar siga, at tað er nógv lættari at varðveita styrki og balansu enn at byggja tað uppaftur, tá fólk eru vorðin veik og óstøðug.
So skjótt sum ein rørir seg minni, so minka vøddarnir samsvarandi. Hetta kann til dømis henda, tá fólk gevast at arbeiða og fara uppá eftirløn.
Tá vøddarnir minka, so versnar balansan eisini, og vandin fyri at detta veksur. Hetta tekur av dirvinum, sum aftur elvir til, at ein rørir seg eitt sindur minni. Og soleiðis endar ein í eini óndari ringrás, sum framskundar tørvin á hjálp og røkt.
Tí eigur tankin um “heima sum longst” at byrja við fólki, sum enn ikki hava mist nakran førleika til at vera heima, men sum hava nátt ein aldur, har niðurbrótingin av vøddamassa gongur skjótari enn í yngri árum, og har eitt lív við eftirløn er á gáttini.
Rættindi og skyldur
Tað verður nógv tosað um rætt og lítið um skyldu, hóast hesi hanga óloysiliga saman. Um vit skulu hava rætt til nakað, so merkir tað samstundis, at vit eisini hava skyldu til nakað. Um ein skipan skal kunna hanga saman fíggjarliga, so er hetta neyðugt.
Tí fari eg at spyrja:
- Er tað ein skylda at viðlíkahalda kroppsligar førleikar?
- Tá eg fari av arbeiðsmarknaðinum, verður so nakað væntað av mær yvirhøvur?
- Roknar føroyska samfelagið við, at vit øll finna útav at liva eitt virkið lív aftaná arbeiðsmarknaðin?
- Átti samfelagið sett eina skipan í verk, sum eggjar okkum at liva eitt virkið lív, tá vit eru farin av arbeiðsmarknaðinum, og hevði hetta útsett tørvin á hjálp og røkt?
Styrkivenjing sum vælferðarpolitikkur
Spurningurin er, um vit ikki eiga at halda uppat at kalla styrkivenjing fyri eitt frítíðarítriv. Kanska eigur tað heldur at vera ein natúrligur partur av okkara vælferðarpolitikki. Mín meining er, at tað átti at verið skipað styrki- og balansuvenjing við vegleiðing frá fysioterapeutum til øll, sum eru 60 ár og eldri, minst tríggjar ferðir um vikuna, ikki sum skeið, men áhaldandi.
Tað er bæði ein persónligur og ein samfelagsligur vinningur, at eg varðveiti mínar førleikar at búgva heima uttan hjálp.
Eitt tilhald fyri norðingar
Eg kundi tí hugsað mær eitt líknandi tilhald fyri norðingar, sum Tilhaldið í Tórsgøtu. Eitt stað, har eldri fólk kunnu koma saman dagliga ella nakrar dagar um vikuna til at vera saman, virkin og hugbundin. Arbeiða handaliga, røra seg, eta saman, styrkivenja, læra, skapa og bara vera ein partur av einum felagsskapi.
Ikki tí tey eru hjálparleys, men fyri at tey ikki skulu gerast hjálparleys.
Hetta er sjálvandi ikki nakað, ein kommuna einsamøll megnar at lyfta. Tað krevur eldsálir, sjálvboðin, vinnulív og fólk, ið vilja vera við at byggja nakað upp.
Her skal ein bygningur til.
Og kanska er tað júst soleiðis, vit eiga at hugsa “heima sum longst”. Eitt virkið samfelag, ið hjálpir fólki at varðveita lívið, førleikarnar og felagsskapin sum longst.
Ein áheitan
Eg fari tí at leita eftir fólki. Øllum við áhuga fyri einum slíkum tilhaldi, og fólki ið ynskja at stuðla fíggjarliga og sjálvandi eisini umboð úr Eldraráðnum, fyri at seta hesi saman við mær í ein stýrisbólk at arbeiða fram ímóti einum slíkum tilhaldi fyri allar norðingar. Øll áhugað skulu vera vælkomin at seta seg í samband við meg um hetta.
Tí “heima sum longst” snýr seg ikki bara um at yvirliva heima.
Tað snýr seg um framvegis at liva.
Sí eisini fyrsta part: https://nordlysid.fo/tidindi/92579/heima-sum-longst-ein-virdilig-visjon-uttan-aetlan
Og næsta part: https://nordlysid.fo/tidindi/92596/heima-sum-longst-krevur-innihald-ikki-bara-umsorgan
Sylvia Thomsen