Tá menn gerast pápar, broytist meira enn lívið
Í dag er pápadagur, og kring landið fara nógv børn helst at geva pápa sínum eina tekning, eitt heimagjørt kort ella kanska eina gávu. Men pápadagurin snýr seg um meira enn gávur og hátíðarhald. Hann kann eisini vera ein áminning um, hvussu nógv leikluturin hjá pápum er broyttur gjøgnum tíðina.
Fyrr var tað ofta mamman, sum hevði høvuðsábyrgdina av børnunum, meðan pápin syrgdi fyri familjuni fíggjarliga. Soleiðis er tað framvegis í fleiri familjum, men seinastu áratíggjuni hava alsamt fleiri pápar fingið ein nógv størri leiklut í gerandisdegnum hjá børnunum.
Nýggj gransking vísir, at hendan broytingin ikki bara er mentanarlig. Sambært granskarum kring heimin verða menn beinleiðis broyttir, bæði likamliga og sálarliga, tá teir gerast pápar.
Í nógv ár hava granskarar vitað, at mammur uppliva stórar hormonbroytingar undir viðgongutíðini og eftir føðingina, men nú vísa fleiri kanningar, at nakað líknandi hendir hjá pápum.
Longu meðan kvinnan er við barn, kunnu hormonir hjá manninum byrja at broytast. Testosteronið, sum ofta verður sett í samband við kappingarhug og dominans, fellur hjá nógvum monnum, sum vita at teir skulu gerast pápar.
Granskarar hava eisini funnið fram til, at jú meira virknir pápar eru í lívinum hjá børnunum, tess størri verða hesar broytingarnar. Menn, sum brúka nógva tíð saman við sínum smábørnum, hava oftari lægri testosteron og hægri virði av hormonum, sum styrkja tilknýtið millum foreldur og barn.
Nýggjar skanningar av heilanum vísa, at tað eisini henda broytingar í heilanum. Øki, sum hava samband við umsorgan, empati og tilknýti, gerast meira virkin.
Alt hetta samsvarar illa við gomla fatanina av, at menn av natúrligum orsøkum eru minni egnaðir til at taka sær av børnum enn kvinnur. Tvørturímóti benda nógv úrslit á, at menn hava somu biologisku førleikarnar at knýta seg sterkt at børnum sínum, og at hesir førleikarnir verða virkjaðir, tá menn veruliga taka lut í uppalingini.
Tøl vísa eisini at børn við virknum og nærverandi pápum ofta trívast betur, hava sterkari sjálvsálit og klára seg betur sosialt. Samstundis kann ein virkin leiklutur hjá pápanum styrkja tilknýtið í familjuni og hava jaliga ávirkan á bæði sálarliga og likamliga heilsu hjá børnunum.
Í Føroyum er leikluturin hjá pápum eisini nógv broyttur. Í dag síggjast pápar javnan við barnavogni á gøtuni, á foreldrafundum, til venjingar og á spæliplássum. Hetta hevði verið minni vanligt hjá undanfarna ættarliðnum.
Pápadagurin er tí meira enn ein dagur við gávum og heilsanum. Hann er eisini ein áminning um, at pápar hava ein týdningarmiklan leiklut í menningini hjá børnunum. Og sambært granskingini eru menn kanska betur egnaðir til hendan leiklut enn áður hevur verið hildið.
Góðan pápadag!