Lýsing
Lýsing
Lýsing

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.06.2026 - 16:06 Tíðindi Vinna

Effo fer at byggja Føroya størstu orkugoymslu í Søldafirði. Verkætlanin fer at økja um goymslukapasitetin og styrkja um kappingarføri hjá Effo. Harumframt styrkir nýggja orkugoymslan hjá Effo munandi um veitingartrygdina hjá føroyingum.

 
Effo hevur í dag undirskrivað avtalu við Articon og Mest um at byggja orkugoymsluna.

Effo hevur veitt føroyingum orku í meira enn 100 ár, og brynjar seg til framtíðina. “Vit fegnast at hava fingið eina føroyska loysn til verkætlanina, og at avtala er gjørd við Articon og Mest. Effo er eitt føroyskt orkufelag, við føroyskum íleggjarum. Vit ynskja sjálvsagt at brúka føroyskar veitarar, treytað av at veitingin er kappingarfør í prísi og dygd. Tað eydnaðist í hesum føri, og tað fegnast vit um. Vit eru sera spent uppá verkætlanina, tí hetta er ein tann størsta íløgan í søgu felagsins, og tí orkugoymslan er eitt týðandi stig at brynja okkum til framtíðar orkutørvin í Føroyum,” sigur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo. 
 
Orkugoymslan verður bygd, so hon er brynjað til framtíðina. Talan er um sjey tangar á tilsamans 20.000 m3. Í fyrstu atløgu fer goymslan at rúma gassolju, diesel, bensin og jetfuel.
Byrjað verður uppá arbeiðið longu í august. Orkugoymslan verður liðug og tikin í rakstur við árslok 2027.
 
 
Fakta:

  • 7 tangar
  • 3 tangar á 5000m3 og 4 tangar á 1250m3
  • Hvussu stórur munur er á tangakapasitetinum nú og í framtíðini
  • Nýggja goymslan fer í rakstur við ársskifti 2027/28
  • Tal av starvsfólkum, sum fara at arbeiða við verkætlanini 80 stk
  • Effo hevur sín upprunað frá Trappubrøðrunum, ið fingu umboð uppá D.D.P.A (Det Danske Petroleums Aktieselskab) í 1918.
  • Kom á føroyskar hendur tá felagið bleiv keypt frá Statoil í 2007. Sostatt eru tað føroyingar, ið eiga 100% av felagnum í dag.
  • Fekk navnið ”Effo” í 2009, ið sipar til heitið Føroya Orkufelag.
  • P/F Effo eigur helmingin í Vindrøkt. Vindrøkt eigur Gellingarklett, sum framleiðir 100 GWT árliga. Vindrøkt vóru teir fyrstu sum í 2003 settu vindmyllur upp í Føroyum á vinnuligum grundarlagi. Verandi vindmyllulund á Mýrunum í Vestmanna framleiðir orku svarandi til nýtsluna hjá uml. 1.250 sethúsum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival