Lýsing
Lýsing
Lýsing
Reim varð spent um beinið. Sjónin var ikki tespilig.

Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.06.2026 - 12:15 Tíðindi

Ein unglingi kom rættiliga illa fyri, tá ið hann var á veg heim úr arbeiði. Hann kom gangandi eftir Nólsoyar Pálls Gøtu, og eitt stað millum Effo og Keypssamtøkuna í Klaksvík var hann so óheppin at traðka á eina brotna fløsku og skar seg heilt illa. Mamma hansara heitir á fólk um ikki at tveita glasfløskur frá sær

 

 

Drongurin var á veg til hús, tá hann traðkar á eina brotna vodkafløsku, sum onkur hevði tveitt frá sær á ein hátt, sum gjørdi, at fløskan brotnaði. Hann sker seg so illa av fløskuni, at glaspettini skera seg langt upp í fótin og kvetta musklar, nervar og sinur av. Ein ungur maður sær tilburðin og fer yvir til drongin og spennir sína reim rundan um beinið hjá honum, og saman bíða teir so eftir sjúkrabilinum. Hevði hann ikki gjørt tað, kundi tað endað uppaftur verri.

Unglingin hevur nú ligið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í nakrar dagar, har ein serfrøðingur í ortopediskari kirurgi úr Danmark, hevur viðgjørt hann. Skurðirnir eru sera stórir, og drongurin hevur fingið nógvar pentur. Talan var um eina stak innviklaða skurðviðgerð, men lukkutíð hevur hann nógvar royndir við tílíkum operatiónum. Framvegis er ikki vist, at drongurin ikki fær varandi mein, men mamman sigur, at tey liva í vónini. Alt lívið hjá unglinganum er sett á pausu; Hann er fyribils sjúkrameldaður, og mamman kemur við eini áheitan:

Góðu fólk, latið vera við at bróta glasfløskur og lata tær liggja! Tað er veruliga vandamikið, og fólk kunnu fáa varandi mein restina av lívinum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir