Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Anton Højgaard/HSF

Ísland vann U-landsdystirnar í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.06.2026 - 09:52 Ítrottur Tíðindi

Í gjár vóru tveir U-landsdystir í hondbólti í KÍ-høllini, har Ísland vitjaði.

HSF skrivar:

U16-menn: Ísland stinnari
Eftir ein tættan fyrra hálvleik, har støðan var 15-14 til Ísland, vóru tað íslendingar, sum vóru drúgvari í seinna hálvleiki og vunnu U16-vinardystin 31-24.
Talan var um ein sera ferðmiklan fyrra hálvleik, har bæði liðini vístu tenn, veruliga góvu seg í verjuspælinum og vístu flott kynstur í álopinum. Hjá Føroyum vóru tað serliga Jónas Fossabrúgv og Filip Wardum Ragnarsson, sum stóðu fyri tí nógva í álopinum, og gjørdu teir eisini ávikavist 10 og 7 mál í dystinum. Eftir eina góða føroyska byrjan, so var tað tó Ísland, sum var frammanfyri fyri tað mesta og var hálvleiksstøðan 15-14 til grannarnar.
Bæði liðini skiftu nógv út, og vóru flestu leikarar í spæl. Hetta er eisini fyrsti landsdystur hjá hesum leikarunum og sást tað í løtum í seinna hálvleiki, at teir eisini skulu læra hvønn annan at kenna, tá samspælið og time´ingin ikki altíð sat sum hon skuldi. Tað vóru eisini íslendingar, sum runnu undan seinastu løtuna og bleiv munurin 7 mál við 60 minuttir, 31-24.
Liðini møtast aftur á Eiði kl. 17.00 í morgin, sunnudagin.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jónas Fossabrúgv 10
Filip Wardum Ragnarsson 7
Danjal Maslyk 2
Filip Bendix Laursen 2
Rósing Toyt 2
Christian Dal Christiansen 1

 

U15-menn: Góður vinardystur
Hóast tap, so spældu føroysku U15-dreingirnir ein fínan vinardyst móti Íslandi í Klaksvík í dag. Talan gjørdist um ein, fyri tað mesta, vælleiktan og ferðmiklan dyst, sum endaði 30-28 til Ísland, eftir at íslendingar vóru á odda 15-11 í hálvleikinum.
Tað vóru íslendingar, sum komu betri frá byrjan, og løgdu teir seg nøkur mál fram um. Føroyska spælið var tóktist heldur nervað hesar fyrstu landsliðsminuttirnar hjá dreingjunum. Okkara spældu seg tó so líðandi upp og minkaðu um munin til 11-15 til hálvleiks.
Føroyar byrjaðu sum eitt óløgi í seinna hálvleiki og javnaðu til 15-15 eftir bert 4 minuttur. Verjan stóð betri og meira ferð var nú í álopsspælinum, har tað serliga var spælskiparin Baldur Bartalsson, sum var ein støðug hóttan. Hann gjørdist eisini føroyskur toppskjútti við 7 málum. Eisini stóð føroysku vengurnir seg væl og gjørdu nógv mál. Føroyska liðið skifti eisini nógv út og fingu allir roynt seg og bjóðaðu allir væl inn. Ísland vann seg tó fram um aftur, 27-21, áðrenn okkara aftur minkaðu til endaliga úrslitið, 30-28, til Ísland.
Leinki til dómaraseðil:
https://files.hsf.fo/mat.../reports/Ba5lPKjZsNDbnfNK0M1g.pdf
Liðini møtast aftur í morgin kl. 15.00 í Høllini á Eiði.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Baldur Bartalsson 7
Teitur Rógvason 5
Áki Krossteig Poulsen 4
Róin Tjørná 3
Tróndur Levison Nybo 3
Dánjal Peturson Djurhuus 2
Kristian Róksson 2
Heðin Mukwata Niclasen 2
Nikolas Nónklett 2
Jacob Slættalíð 1
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…