Lýsing
Lýsing
Thorvald er ein dreymur
Thorvald Danielsen varð kosin besti hevari og kom eisini á dreymaliðið í CEV SCA kappingini, ið varð fyriskipað í Norðurírlandi um vikuskifti
Føroyar vunnu finaluna 3-1 í dag ímóti San Marino við settúrslitinum 22-25, 25-22, 25-17 og 25-19. Eitt sera flott avrik av føroysku monnunum.
Thorvald Danielsen úr Mjølnir varð kosin til besta hevara í kappingini og hann kom eisini á dreymaliðið.
Brøðurnir Vuk og Filip Ilic leiktu eisini sera væl. Vuk spælir við Mjølnir meðan bróðurin Filip skifti úr Mjølnir til Italiu at leika fyrr í ár. Pápi teirra Boban Ilic er venjari hjá Føroyum.
CEV: European Volleyball Confederation
SCA: Small Countries Association
Seinastu tíðindini