Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar vunnu á San Marino í finaluni

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  07.06.2026 - 19:46 Ítrottur Tíðindi

Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum vann í dag gull, eftir at hava vunnið 3-1 á á San Marino í finaluni í SCA-kappingini, sum hevur verið í Norðurírlandi um vikuskiftið.

 


SCA-kappingin, finala:
San Marino – Føroyar 1-3 (25-22, 22-25, 17-25, 19-25)




Støðan var 22-22 í fyrsta setti, tá føroyska servan brast í netið, og næstu tveir bóltarnar vann San Marino eisini, og harvið settið 25-22. Føroyar svaraðu tó aftur og vunnu annað sett 25-22.


Eitt skifti í fyrra helmingi av triðja setti var San Marino á odda við fýra stigum, men Føroyar javnaðu til 9-9 og fóru framum og drógu frá og vunnu settið 25-17.


Leingi gekk javnt á í fjórða settinum, men við støðuna 17-17 fóru Føroyar undan og vunnu í síðsta enda trygt 25-19. 


Eftir tvey silvur og eina bronsu fyrr er hetta fyrstu ferð Føroyar hava vunnið SCA-kappingina. 


Liðformaðurin Thorvald Danielsen varð valdur til besta hevara í kappingini og Silas Poulsen var valdur til besta libero.


Endaliga støðan í kappingini:
Nr. 1 Føroyar
Nr. 2 San Marino
Nr. 3 Skotland
Nr. 4 Norðurírland 
Nr. 5 Liktinstein
Nr. 6 Írland


Føroyska liðið:
Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen.


Høvuðsvenjarin er Boban Ilic.


Hjálparvenjari er Oleksandr Dmytriiev, og hjálparvenjari og hagfrøðingur er Andreas Reinert Zachau.


Jónley Poulsen er ferðaleiðari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…