53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í Danmark
Í summar fara 53 skótar og leiðarar úr Klaksvík á stóru altjóða skótaleguna Spejdernes Lejr í Danmark. Á leguni verða meira enn 30.000 luttakarar úr nógvum ymiskum londum savnaðir til eina viku við upplivingum, felagsskapi og spennandi avbjóðingum
Sum liður í fyrireikingunum vóru nakrir av skótunum, sum fara til Danmarkar, savnaðir á fyrireikandi legu í Klaksvík um vikuskiftið. Har fingu tey høvi at venja ymiskar førleikar, sum verða gagnligir á stóru leguni.
Skótarnir gingu túr við ryggsekki, svóvu í tjaldi og matgjørdu á stormkøki. Umframt hetta var pionering á skránni, har tey bygdu borð og aðrar hentleikar úr træi.
Legan í Klaksvík var bæði spennandi og væl eydnað. Luttakararnir fingu roynt nakað av tí, sum tey fara at gera á stóru leguni seinni í summar, samstundis sum tey lærdu hvønn annan betur at kenna, áðrenn leiðin gongur til Danmarkar.
Vónirnar eru stórar, og bæði skótar og leiðarar gleða seg til eina minniliga uppliving saman við túsundtals øðrum skótum úr øllum heiminum.