Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Í longri tíð hevur partur av byggiplássinum ligið eftir frammanfyri Varpið.
Ætlanin var at nýta økið í sambandi við íseting av stóra portrinum oman móti Vágsbøi. Men hetta kemur ikki rættiliga enn, og tá ið tað kemur, ber til at lyfta tað uppá pláss við størri krana frá vegøkinum, norðanfyri Varpið.
Nú verður so øll steinsetingin tikin upp, sum var partur av uppruna byggiøkinum við Varpið.
Tað er so skilagott gjørt, at góður dúkur liggur á vøllinum undir steinsetingini. Tí verður skavað framvið og eftir hesum dúki, so komið verður niður aftur á uppruna lendið, sum er rættiliga óskalað, tó at tað er trýst eitt sindur niður - av góðum grundum.
Men nú skal allur vøllurin framm aftur í ljósið, og fáa gróður í aftur - heilt inn at Varpinum.
Hetta fríðkar um so rúmið og víddin á vøllinum hjá m.a. Summarfestivalinum verður eitt sindur annarleiðis og rúmligari í ár.