HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyggjaland við 156.000 íbúgvum er við
Í kvøld verður HM í fótbólti skotið í gongd. Vertsjóðirnar eru Meksiko, USA og Kanada. Tað er Meksiko sum sleppur at leggja út og skal taka ímóti Suður Afrika. Dysturin byrjar klokkan 20 føroyska tíð og verður at síggja á KVF.
Hetta er størsta HM nakrantíð, við 48 liðum og 104 dystum, og tí eru eisini fleiri óvæntaðar tjóðir komnar við í veitsluna. Ein tann mest áhugaverda er Curaçao.
Navnið kann fyri summi ljóða sum ein drykkur á einum barrborði sunnanfyri, men í fótbóltsheiminum er tað vorðið ein av stóru søgunum undan HM. Curaçao hevur umleið 156.000 íbúgvar, og er tað sostatt minsta landið sum nakrantíð hevur spælt seg í eitt HM-endaspæl.
Men hvussu kann ein so lítil tjóð koma so langt?
Fyrst og fremst er tað tí at HM er víðkað. Við 48 liðum eru fleiri pláss at spæla um, og av tí at USA, Meksiko og Kanada eru vertstjóðir, sleppa hesi lond beinleiðis við í kappingina. Hetta hevur havt sína ávirkan á kvalifikatiórnar í CONCACAF, har londini í Norður- og Miðamerika og Karibia spæla. Men tað hevði ikki verið nóg mikið í sær sjálvum. Curaçao mátti framvegis vinna sær plássið og tað megnaðu teir sannførandi.
Curaçao vann sín undanbólk uttan trupulleikar og helt síðani fram í avgerandi umfarinum, har teir komu víðari uttan tap. Tá síðsti dysturin varð spældur, stóð greitt, at lítla karibiska oyggilandið hevði tryggjað sær eitt av HM-plássunum.
Í veruleikanum er bragdið eisini ein søga um, hvussu landsliðsfótbóltur kann byggjast tvørtur um landamørk. Curaçao er partur av Niðurlendska kongaríkinum og eru næstan allir spælararnir í hópinum føddir ella uppvaksnir í Niðurlondum, men hava røtur í Curaçao. Tað júst hetta sum gevur landsliðnum eina heilt aðra dýpd, enn fólkatalið annars avspeglar.
Curaçao er í bólki saman við Týsklandi, Fílabeinsstrondini og Ekvador. Fyrsti dysturin hjá Curaçao verður ímóti Týsklandi og verður spældur sunnudagin. Hesin dysturin verður helst ein av teimum størstu løtunum í søguni hjá landsliðnum.