Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Brekumboðið luttekur í hesum døgum á ráðstevnu hjá ST um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Altjóða ST ráðstevnan COSP 19 er í NewYork í hesum døgum.
Ráðstevnan er fyri lond, ið hava staðfest sáttmálan hjá Sameindu Tjóðum um rættindi hjá fólki, ið bera brek.
Á ráðstevnuni hittast umboð fyri stjórnir, áhugafelagsskapir, mannarættinda- og umboðsstovnar og altjóðafelagsskapir úr øllum heiminum fyri at kjakast um støðuna hjá fólki, ið bera brek og um, hvussu rættindini, sambært brekrættindasáttmálanum, kunnu styrkjast.
Í ár er høvuðsevnið "CRPDat 20 – Celebrating and consolidating achievements and shaping.the next phase of implementation in a changing world". Hetta í samband við, at 20 ár eru liðin síðani sáttmálin varð samtyktur.
Luttøkan gevur Brekumboðnum høvi at fylgja við í nýggjastu altjóða menningini á brekrættindaøkinum, knýta sambond við líknandi stovnar og felagsskapir kring heimin, og fáa íblástur til arbeiðið við at fremja og verja rættindi hjá fólki, ið brek, í Føroyum.
“Tað er týdningarmikið, at Føroyar eru partur av altjóða kjakinum um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Á COSP fáa vit innlit í góðar royndir úr øðrum londum og møguleika at deila okkara egnu royndir og avbjóðingar,” sigur Eilif Arge, Brekumboð.
Umframt høvuðsfundirnar í stóra salinum luttekur Brekumboðið eisini á fleiri fakligum tiltøkum við altjóða samstarvspørtum.
Ráðstevnan verður hildin í høvuðssætinum hjá ST í New York og savnar luttakarar úr øllum heiminum.
Ráðstevnan verður hildin dagarnar 9.–11. juni 2026.