Klaksvíkar kommuna – helst heimsins størsta íbúðarfelag?
Gomul skjøl vit hava fingið vísa, at umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu í veruleikanum hevur húsast í tveimum íbúðum á Varpinum
Sambært skjølum frá 1977 (sí myndir) keypti kommunan íbúð nr. 1 undir matr. nr. 1236 frá P/F Stella fyri 2,75 milliónir krónur. Tað serliga er tó, at talan ikki var um eina vanliga íbúð, men eina „íbúð“ við ikki minni enn 818 fermetrum av skrivstovuhølum.
Og sum um tað ikki var nóg mikið, so varð hin „íbúðin“ í sama bygningi eisini lýst sum íbúð nr. 2. Hon var 415 fermetrar til støddar og umfataði bæði skrivstovuhølir, bústað og goymslurúm.
Við øðrum orðum hevur kommunala umsitingin í nógv ár húsast í tveimum íbúðum, sum samanlagt eru heilar 1.233 fermetrar.
Hetta reisir sjálvandi nakrar áhugaverdar spurningar: Er talan um Føroya størstu íbúðir? Og hevur Klaksvíkar kommuna í øllum hesum árunum í veruleikanum verið eitt slag av almennum íbúðarfelag?
Tað er í øllum førum ikki á hvørjum degi, at ein finnur eina íbúð við plássi fyri borgarstjóra, býráð, leiðarar, skrivstovufólk og fleiri túsund borgarum – uttan at nakar hevur lagt til merkis, at talan sambært pappírunum bara var um tvær íbúðir. :) :) :)