Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni Poulsen

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  11.06.2026 - 09:40 Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Í gjár var fráfaringarløta fyri Marionnu Skarðenni Poulsen. Marianna hevur starvast sum lærari í 37 ár, nú hon fer frá.

 

 

Til løtuna vóru starvsfelagar, fráfarin starvsfólk, vinir og familja. Eisini nakrir næmingar úr fyrsta flokkinum hjá Marionnu vóru møttir.

 

Tað vóru nógv føgur orð søgd um og við Marionnu, og tað kom eisini sjónliga fram í røðunum, hvussu virkin og skapandi lærari hon hevur verið. Marianna hevur líka síðani hon byrjaði, gjørt nógv lærutilfar, og fyri 6 árum síðani kom lærubókin Finka út. Finka er høgt mett sum undirvísingartilfar og fekk 1.virðisløn frá Belma á bókamessu í Frankfurth. Belma stendur fyri Best European Learning Materials Awards.

 

Løtan var góð og hugnalig við felagssangi, røðum, tónleikainnslagi og eini stuttligari framførslu frá starvsfelagum. Heini Ziska Dahl spældi undir felagssangin á klaveri.

 

Jónleif Johannesen, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð, Lena í Buð, forkvinna í skúlastýrinum bar eina heilsan frá skúlastýrinum og eisini frá sær persónliga, tí Marianna var hennara flokslærari øll 9. skúlaárini. Eisini bar Lena eina heilsan frá sínum floksfelagum, sum eisini vóru møttir til løtuna.

 

Steintór Rasmussen, sum er á sama aldri og hevur gingið í sama flokki, sum Marianna, bar henni eisini eina vakra heilsan og hevði fingið tær báðar systrarnar Simonu og Maiken at syngja vakra sangin Komi eg til tín, sum tær sungu so yndisliga.

 

Charlotta Thorsteinson bar vegna starvsfelagarnar eina vakra heilsan til Marionnu.

 

Áðrenn Marianna sjálv fekk orðið, tóku døturnar Jakobina og Gunvør orðið og søgdu nøkur vøkur og eisini hugfarslig orð um mammu sína, sum mammu og sum lærara.

 

Tað kom greitt fram, at Marianna hevur verið ein sera virkin og fakliga sterkur lærari, sum næmingar, starvsfólk og skúlin hava havt stórt gagn av og notið gott av.

 

Vit á Skúlatrøð vilja takka Marionnu fyri hennara íløgu og tíð, sum hon hevur lagt í skúlan og vilja ynskja henni blíðan byr og Harrans signing.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival