Lýsing
Lýsing
Lýsing
Er himmalin bláur, og sólin stendur høgt, er UV-geislingin mest, og tað kann vera vandamikið at hava bera húð – eisini í Føroyum. Á hesari myndini er bert onkur smábøkil og í erva eitt sindur av grómi. | Mynd: Mynd: Finn Johannessen.

UV vísitølini á heimasíðu hjá Veðurstovu Føroya

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  13.06.2026 - 17:00 Tíðindaskriv Tíðindi Veðrið

Nú er tann ljósa árstíðin aftur, og nógv okkara dáma væl at liggja undir sólini. Eisini eru tað nógv, sum leita sær til suður í heitari lond at sóla sær. Men tað er ikki vandaleyst – tað kann gerast upp í tølum, og tey standa nú á heimasíðu hjá Veðurstovuni.

Ein grein stóð á heimasíðuni hjá Veðurstovuni í fjør um, hvat UV-geisling er, og hvat hon kann gera við húðina. Grundlógardagin í ár var húðlækni í útvarpinum og greiddi frá tí sama. Hann ávaraði ímóti at liggja ov leingi undir sólini, og at sólin var vandamiklast á middegi og nakrar tímar fram.

Á heimasíðuni, vedur.fo sæst ovast á breddanum vísitalið fyri UV-geisling. Myndin niðanfyri vísir støðuna seinnapartin í dag:

UV-vísitalið, klokkan 15 var 5,1 og er víst allarovast saman við einum appelsingulur prikki. Mesta geislingin í dag var 5,6, og í morgin og ovurmorgin eru tey 4,4 og 4,3, ávikavist.

 

Hvussu nógva UV-geisling vit kunnu fáa á okkum, er víst við tølum. Her er talvan, sum stóð á heimasíðuni hjá Veðurstovu í mai í fjør:

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival