Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein forferdilig sjón sambært 2 av 3 í poddvarpinum "Nøglin". | Mynd: Skíggjatak frá KvF

Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.06.2026 - 11:08 Ítrottur Poddar

Teimum í kappróðrarpoddinum Nøglini dámar ikki, at dronur filma róðurin omanífrá. Svein Rógvi Nielsen var vertur, og Hjalmar Zachariassen og Kristmund Petersen vóru viðmerkjarar í upptaktini til kappróðurin á Eystanstevnu, ið verður rógvin í dag.

Verturin legði út við at siga, at honum dámar ikki, at sæð verður niður á kappróðurin úr luftini. Um ein skal brúka dronur, so skulu tær vísa inn á síðuna, tí tað umráðandi er, at ein sær, hvør bátur er fremstur. Tað ber væl til við dronumyndum, sigur hann, men hann segði eisini, at ”Antin sær man frá útvarpsbátinum ella sløkkir man!”, áðrenn hann kastaði bóltin út til viðmerkjararnar.

Hjalmar Zachariassen tók undir: – ”Eg eri stak irriteraður inn á dronumyndir; bæði myndir, tá teir stima upp – um vit taka Útvarpsbátin, so er hann antin eitt lítið sindur aftanfyri ella eitt lítið sindur frammanfyri, tí tað er nokkso ringt hjá honum at vita, akkurát hvar hann skal vera. Tað merkir nakað av gitingum, og tað kann gera, at útvarpsmaðurin gailar tað upp við at siga, at ein bátur gongur so og so væl, hóast hann í veruleikanum bara stýrir upp [...] Men dronumyndir eru forferdiligar. Bestu myndirnar eru, tá man zoomar væl inn á 2-3 bátar, sum eru tættir í oddinum”.

Kristmund Petersen var hinvegin meira positivur mótvegis dronumyndum: – ”Eg haldi at dronumyndir kunnu vera deiligar. Man kundi væl gjørt meira burturúr, nú tøknin er so framkomin”. Her legði verturin afturat, at til internationala scollararógving sær man bæði ferð, tempo og linjur á sjónum/vatninum, og at føroyski kappróðurin er heldur konservativur”.  

Niðurstøðan í studio var, at um dronumyndir skulu brúkast, skulu tær ikki vera niður á bátarnar.

Nøglin kann hoyrast í fullum líki her.    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival