Lýsing
Lýsing
Lýsing
Munurin var ikki stórur, men Havnarbáturin vann og Klaksvíkingur varð aftastur á Norðoyastevnu. | Mynd: Skíggjatak frá KvF

Nøglin: Klaksvíkingur tapir aftur á Eystanstevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.06.2026 - 19:21 Ítrottur Poddar

Í ”Nøglini” vóru Hjalmar Zachariassen og Kristmund Petersen í panelinum hesaferð, og tá prátið fall á 10-mannafarsróðurin á Eystanstevnu í morgin, vóru teir á einum máli um, at hesa ferð vinnur Ormurin Langi, meðan Klaksvíkingur aftur tapir. Orsøkina siga teir vera, at teir á Klaksvíkingi hava gjørt ov nógvar broytingar.

Hjalmar Zachariassen segði soleiðis: ”Ormurin [Langi, blðm.] fer at fáa ein góðan start, og teir fara at taka dystin við Havnarbátin for inn. Eg eri ikki sannførdur um Klaksvíking, har teir hava gjørt so stórar broytingar, so eg sigi Ormurin Langi nummar eitt, Havnarbáturin nummar 2 og so verður Klaksvíkingur aftastur. Men alt verður innanfyri 1-2 sekund”.

Kristmund Petersen helt soleiðis fyri: ”Eg eri nokkso samdur í raðfylgjuni, men eg vænti [...] at Ormurin tekur tað akkurát í morgin, men tað verður ikki stórt. Tað verður millum ein skut og hálva bátslongd, men so verður ein heil bátslongd aftur til Klaksvíking. Teir gera so nógvar broytingar nú; har kemur ein maður, sum hevur sitið í stýriborði í 10-11 ár, sum nú skal sita í bakborði, og har eru fýra umrokeringar innanborða. Tað kann bera frukt seinni í ár, men til akkurát hesa stevnuna verða teir noyddir at taka eitt skritt aftur”.

Sendingin Nøglin kann hoyrast í fullum líki her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival