Ormurin Langi vann
Klaksvíkingur var fremstur á 500 metrum, men 200 metrar seinni datt hann afturum hinar báðar.
Tað sá leingi út til at blíva ein spennandi róður hjá Klaksvíkingi, sum hevði gjørt fleiri broytingar umborð vegna skaða. Havnarbáturin fekk ikki startin, sum hann fekk á Norðoyastevnu. Hesaferð fingu Ormurin Langi og Klaksvíkingur áleið eins góðan start og eftir fyrstu tøkini fóru Ormurin Langi og Klaksvíkingur nakað framum Havnarbátin. Tá bátarnir høvdu róð áleið 500 metrar var Klaksvíkingur fremstur. Men so var sum, at orkan gekk undan ella var tað okkurt í sjónum, sum tóktist ávirka fleiri rórðar, har ógvuslig skifti hendu undir róðrinum. Tí 200-250 metrar seinni var Ormurin Langi farin næstan eina bátslongd framum og Havnarbáturin var eisini farin framum. Síðstu 200 metrarnar var Klaksvíkinur ikki við i kappingini um fremsta plássið og á málinum var ein knøpp bátslongd fram til Ormin Langa og ein góð hálv bátslongd fram til Havnarbátin. Meðan Havnarbáturin misti í endaspurtinum á Norðoyastevnu, so hevði Havnarbáturin besta endaspurtin í dag. Tað var tó ikki nokk.
Serfrøðingarnir í Nøglini raktu
Vit fingu sostatt nýggjan vinnara, meðan Klaksvíkingur framvegis endaði aftast. Og tað var júst hetta sum báðir serfrøðingarnir í sendingini Nøglini hjá Norðlýsinum søgdu undan róðrinum. Kristmund Petersen og Hjalmar Zachariassen søgdu, at Ormurin Langi fór at vinna í tættari kapping við Havnarbátin, meðan mongu broytingarnar hjá Klaksvíkingi ikki góvu góðar fortreytir til júst hendan róðurin og tí mettu teir hann at enda aftast sum hann eisini gjørdi.