Kappróðrarumstøðurnar í høgættini í Runavík eru óvanligar
Hetta gjørdi kanska sítt til, at vit fingu heili sjey nýggjar vinnarar av 11 róðrum í gjár.
Ein av royndastu róðurskvinnum er Sarita Kristina Hansen, sum í kappróðrarsendingini hjá KVF seinast vísti á sera truplu umstøðurnar, sum kappróðrarøkið í Runavík gevur í høgætt, sum tað var í gjár eins og tað var í 2024.
- Tað sum eg havi upplivað seinnu árini er at í takt við, at havnaútbyggingin hevur verið meira umfatandi, at so eru umstøður á sjónum, ið ikki eru vanligar. T.v.s. at tú fært nógvan baksláttur o.a. Seinast vit róðu á Skálafjørðinum var heilt ’’bedrøviligt’’ tað síðsta pettið. Tað var baksláttur bæði inná síðuna og faktisk eisini frá kajuni frammanfyri. So tað var ordiligur heksapottur at koma ígjøgnum endaspurtin, segði hon í sendingini.
Sjey nýggir vinnarar
Og tað mann hava verið sjáldan, at so nógvir nýggir vinnarar hava verið á aðru stevnu. Tí av 11 róðrum, so vóru sjey nýggir vinnarar. Av teimum fýra somu vinnarunum vóru tað Sílið hjá U18 gentum og Fípan Fagra hjá U16 dreingjum, um hava vunnið allar sínar róðrar í fleiri ár.
Tað vóru tvær vikur millum stevnurnar, so tað kann eisini broyta nakað, men munurin millum fremstu bátarnir broyttist sera nógv í summum róðrum. Undir frásøgnini hjá KVF bleiv eisini víst á, at ógvuslig skifti hendu, har bátar uppá fá tøk kundu taka seg nógv fram.
Í fimm av róðrunum broyttist munurin hjá vinnarunum á Norðoyastevnu til vinnaran á Eystanstevnu millum 5,68 sekund og 13,86 sekund, sum má sigast at verða nógv uppá tvær vikur.
Nýggjur vinnari:
Barnaróður dreingir: Vinnarin á Norðoyastevnu fór frá at verða knapt tvey sekund fremst til at verða gott fimm sekund frá nummar eitt (teinurin er 500 metrar)
Barnaróður gentir: Vinnarin á Norðoyastevnu fór frá at verða knapt seks sekund fremst til at verða knapt trý sekund frá nummar eitt (teinurin er 500 metrar)
5-mannafør dreingir U16: Vinnarin á Norðoyastevnu fór frá at verða knapt fýra sekund fremst til at verða knapt tvey sekund aftanfyri nummar eitt.
5-mannafør gentur U16: Vinnarin á Norðoyastevnu fór frá at verða góð tvey sekund fremst til at verða knapt 12 sekund aftanfyri nummar eitt.
8-mannafør: Vinnarin á Norðoyastevnu fór frá at verða knapt trý sekund fremst til at verða eitt gott sekund aftanfyri nummar eitt.
6-mannafør kvinnur: Vinnarin á Norðoyastevnu fór frá at verða eitt gott sekund fremst til at verða knapt trý sekund aftanfyri nummar eitt.
10-mannafør: Vinnarin á Norðoyastevnu fór frá at verða 0,3 sekund fremst til at verða 0,48 sekund aftanfyri nummar eitt.
Sami vinnari:
6-mannafør menn: Smyril
5-mannafør dreingir U16: Fípan Fagra
5-mannafør gentur U18: Sílið
5-mannafør kvinnur: Fípan Fagra
Munur broyttur millum nummar eitt á Norðoyastevnu og nummar eitt á Eystanstevnu:
Barnaróður dreingir: 7,06 sekund
Barnaróður gentur: 8,48 sekund
5 mannafør dreingir U16: 9,18 sekund
5-mannafør gentur U16: 13,86 sekund
8-mannafør: 5,68 sekund
6-mannafør kvinnur: 3,64 sekund
10-mannafør: 0,78 sekund