Lýsing
Lýsing
Upptakt: Skála-KÍ
KÍ skal í dag spæla torføran útidyst á Skála
Skála hevur søguliga sæð mangan verið eitt torført stað hjá KÍ at spæla. Hesaferð er eisini lagt upp til ein spennandi dyst, tí tað bendur gongdin hjá báðum liðum í ár á. Skála hevur m.a. vunnið stig móti Víkingi, NSÍ, KÍ og B36. Tá liðini spældu í Klaksvík endaði tað 0-0.
Hjá Skála hava onkrir skaðar argað og m.a. hevur Martin Johansen ikki spælt síðstu dystirnar. Hjá KÍ hevur Árni Frederiksberg leikbann. Sebastian John, René S. Joensen og Patrik Johannesen eru skaddir, meðan ivamál er um Hall Hansson og Jonn Johannessen.
Dysturin á Skála í dag byrjar kl. 15.00. Dómari verður Bjarki Danielsen.
Seinastu tíðindini