Lýsing
Lýsing
Lýsing

50% av tryggingarkostnaðinum, tá ið ung fáa sín fyrsta bústað í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.06.2026 - 11:24 Tíðindi Vinna

- Vit vita, at tað er dýrt at seta búgv. Kostnaðarstøðið er høgt - og vit missa ungdóm. Tí fara vit nú at rinda helvtina av tryggingarkostnaðinum fyrsta árið, eftir at ung seta búgv í Føroyum á fyrsta sinni. Tað sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging

 

- Hetta er eitt átak, sum skal geva okkara ungu eina betri byrjan. Tað er jú fíggjarliga sera tungt at seta búgv á fyrsta sinni – at keypa ella leiga ein bústað, at keypa innbúgv og alt annað, sum krevst.  Skulu tey flyta heim eftir lesnað uttanlands, er sjálv flytingin eisini ein tungur fíggjarpostur. Tí gera vit nú eitt átak beinleiðis ætlað okkara ungu, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri.


Við Betri Byrjan átekur Betri Trygging sær at gjalda helvtina av tryggingarkostnaðinum fyrsta árið, eftir at ungfólk á fyrsta sinni seta búgv. Tað gevur ein fíggjarligan skáa fyrstu  tíðina, inntil tey hava fingið fótin fyri seg.


Átakið er bæði galdandi fyri ung í Føroyum, sum á fyrsta sinni flyta heimanífrá – og fyri ung, sum flyta heimaftur eftir loknan lesnað uttanlands.

Einasta treyt er, at tey ikki áður hava havt egnan bústað í Føroyum.

 

Betri Trygging rindar helvtina av kostnaðinum fyri allar fastar tryggingar – tað vil siga sethúsatrygging, um fólk keypa ella byggja – og annars innbústrygging, biltrygging og vanlukkutrygging.  

 

Fyri tey, sum flyta heimaftur eftir lesnað, bjóða vit eisini eitt sertilboð fyri flytibingjur, so tað verður bíligari at flyta.

 

- Vit hoyra støðugt um, at vit bløða ungdóm. Eg haldi, at hendan avbjóðingin má takast í álvara. Vit kunnu ikki bara sita hendur í favn og bíða eftir politiskum loysnum. Vit mugu øll gera okkara fyri at fáa okkara ungu at velja Føroyar, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival