Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: uefa.com

Í morgin verður Champions League lutakastið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.06.2026 - 11:55 Ítrottur Tíðindi

Hjá KÍ eru 14 møguleikar.

Hesi 14 liðini eru ikki styrkismett og kunnu tí møta KÍ:

Inter Club d'Escaldes (Andorra)

Levski Sofia (Bulgaria)

Ararat-Armenia (Armenia)

Sabah FK (Aserbadjan)

Kauno Žalgiris (Litava)

Sutjeska Nikšić (Montenegro)

ETO Győr (Ungarn)

Iberia 1999 (Georgia)

Egnatia Rrogozhinë (Albania)

Floriana (Malta)

Tre Fiori (San Marino)

Vardar Skopje (Norðurmakedónia)

ML Vitebsk (Hvítarussland)

Atert Bissen (Luksemborg)

Tó halda vit okkum kunna útihýsa onkur lið, tí undan lutakastinum verða liðini koyrd í bólkar eftir landafrøðiligari frástøðu, har lond sum liggja longst burtur vanliga ikki eru møgulig. Í kvøld ella tíðliga í morgin hevur KÍ fingið ein bólk við fýra ella fimm liðum, sum KÍ kann møta. Lutakastið verður kl. 15.00 og kann stroymast á heimasíðuni hjá UEFA.

Um vit hyggja eftir frástøðuni til hasi londini, so er kanska ein møguleiki, at bólkurin hjá KÍ kemur at innihalda fimm av hesum sjey liðum:

Inter Club d'Escaldes (Andorra)

Kauno Žalgiris (Litava)

ETO Győr (Ungarn)

Tre Fiori (San Marino)

Vardar Skopje (Norðurmakedónia)

ML Vitebsk (Hvítarussland)

Atert Bissen (Luksemborg)

Tó skal einki avskrivast og KÍ kundi í 2023 møta meistarunum úr Bulgaria, so tað er helst eisini ein møguleiki, at Levski Sofia verður millum møguleikarnar, men liðini frá Aserbadjan, Georgia og Armenia burdu ikki verið møgulig, tí tey liggja longst burtur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival