Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti

SKRIVAÐ: Johan Carl Dam  |  15.06.2026 - 22:02 Lesarabrøv Politikkur

Sambært Hagstovu Føroya vóru heili 51,8% av støkum fólki yvir 67 ár í fátækraváða í 2023 og gongdin er bara farin skeiva vegin. Steðgið eina løtu við tí talinum! Meira enn annar hvør stakur pensjónistur.

 


Hetta er ikki ein lítil avbjóðing í útjaðaranum av samfelagnum. Hetta er ein veruleiki hjá hundraðtals eldri føroyingum, sum eftir eitt langt arbeiðslív framvegis noyðast at venda hvørjari krónu.


Kortini tykist samgongan ikki hava nakra veruliga ætlan at bøta um støðuna. Nýggja uppskotið hjá samgonguni ger ikki upp við sjálvan trupulleikan. Mótrokningin verður varðveitt.
Tey, sum hava arbeitt eitt heilt lív, goldið skatt og bygt okkara samfelag upp, verða framvegis møtt við eini skipan, har arbeiðsinntøka kann verða tikin aftur gjøgnum mótrokning.


Í einum landi, har arbeiðsmegi manglar, skuldi tað verið sjálvsagt at eggja fólki at arbeiða. Eisini eftir pensjónsaldur.


Men samstundis sum vit síggja vaksandi ójavna, bústaðarneyð og alsamt størri virði savnast á færri hondum, verður lítið gjørt fyri teir pensjónistar, sum longu eru fíggjarliga sperdir.
Tey eldru skulu kunnu liva eitt virðiligt lív uttan fátækraváða – og uttan at verða revsað, um tey ynskja at arbeiða.


51,8%. Tað talið eigur at fáa allar ávaringarklokkur at ringja, men samgongan hevur eingi oyru.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival