Fiskimálaráðharrin vitjaði JFK í Barcelona
Bárður á Steig Nielsen legði leiðina framvið básin hjá JFK, sum luttekur á heimsins størstu sjógætismessu, ið verður hildin í Barcelona í hesum døgum
Hetta er fimtu ferð at stevnan, nevnd Seafood Expo Global ella Seafood Processing Global, verður hildin í Barcelona. Áðrenn tað varð hon hildin í Bruxelles. Á messuni møtast keyparar og seljarar innan fiski- og alivinnu úr øllum heiminum.
Eins og til undanfarnu messurnar er føroyska vinnulívið væl við. Allar alifyritøkurnar, Bakkafrost, Mowi og Hiddenfjord luttaka. Føroyska fiskivinnan er umboðað við øllum teimum størstu reiðaríunum, Christiani í Grótinum, JFK, Framherja og Varðanum, og Pelagos er somuleiðis við.
Í dag vitjaði Bárður á Steig Nielsen, nýútnevndur uttanríkis- og fiskimálaráðharri í Føroyum básin hjá JFK, har vit fingu eina mynd.