Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.04.2026 - 07:26 Mentan Tíðindi

Týsdagin 21. apríl kl 15 lata hølini "Hjá Judith" upp á Heiðavegi 53 í Saltangará, við spennandi framsýning hjá listamanninum Finleif Mortensen

 

Navnið "Hjá Judith" er siðsøga á Runavíkar-leiðini. Judith Johannessen var í nógv ár tann, sum mundi taka flest allar myndir fyri eysturoyingar og onnur í økinum rundanum, tá okkurt serligt skuldi gerast burturúr, so sum vígslumyndir, jólamyndir, skúlamyndir og serstøk høvi.

Og Fotomiðstøðin hjá Judith var staðið, har man fór at keypa sínar 24 stk ella 36 stk filmar áðrenn summarferiuna, og spent(ur) heintaði tær nakrar vikur inn í skúlaárið, fyri at vita um ikki onkur góð mynd mundi vera ímillum.

Judith er fødd Berg Olsen og vaks upp á Toftum. Í 1961 giftist hon toftamanninum  Karl Johannessen, og búðleikaðust tey fyrstu 3 árini í Havn, har hann lærdi til timburmann og hon hjá Bambus Foto. Eftir lokna útbúgving búsettust tey á Toftum. Í 70´árunum bygdu Karl og bróðurin Hjalmar bygningin á Heiðavegi 53, og í 1979 byrjaði Judith egið myndavirksemi í innara (norðara) partinum av bygninginum undir navninum "Fotomiðstøðin". Hetta má sigast at vera bæði slóðbrótandi í sjálvum sær, og heilt einastandandi fyri eina unga kvinnu við 3 børnum, manni og heimi í sjeyti árunum.

Judith arbeiddi í og fyri sítt lívsverk so leingi hon orkaði, og helst nakað væl afturat. Í 2008 yvirtók seinasti lærlingur hennara, Sunrið í Gong, virksemi, sum hon koyrdi víðari á staðnum í nøkur ár. Sunrið er framvegis virkin sum myndakvinna aðrastaðni í landinum.

Við navninum "Hjá Judith" verður heiður og virðing víst hesi lokalu megnarkvinnu og slóðbrótara innan føroyska myndlist og vinnu. Hølini liggja mitt í býnum, eru lætt atkomilig við góðum parkeringsmøguleikum, og kunnu leigast og nýtast til alt hugsandi virksemi í passandi stødd.

Finleif Mortensen er víðagitin føroyskur listamaður, ið málar abstraktar oljumálningar við vøkrum litum og einføldum landsløgum. Hann leggur dentá at fanga huglagið og rúttmuna í náttúruni, serliga úr Norðoyggjum og Streymoynni. Finleif hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands, og hevur givið út myndabók úr føroysku fjøllunum.

Framsýningin og hølini lata upp týsdagin kl. 15,  og verður opið kl 15-18 allar dagarnar til og við fríggjadagin 24. apríl. Listamaðurin verður til staðar allar dagarnar undir framsýningini.

Útvarpsstøðin Aldan, sum húsast í sama bygningi, verður til staðar til upplatingina, og vera samrøður við listamannin og við fólk við vitan um søguna á staðnum og onnur, at hoyra seinnapartin. Aldan hoyrist á FM kring alt landið og á aldan.fo ella Aldu-appini.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…