Lýsing
Lýsing
Lýsing

Millum Washington og Keypmannahavn: Føroyar, Grønland og stórveldini

SKRIVAÐ: setur.fo  |  20.04.2026 - 11:31 Tíðindaskriv

Fríggjadagin verður spennandi alment tiltak á Søgu- og samfelagsdeildini um áleikandi kreppuna um ognarskapin av Grønlandi, og hvussu stórveldisspenningur ávirkar smátjóðir sum Føroyar

 

 

  • Hví vil Donald J. Trump eiga Grønland?
  • Hvat er søguligi upprunin til amerikonsk áhugamál í Grønlandi?
  • Hvussu hava danska og grønlendska stjórnin handfarið trýstið úr Washington?
  • Hví veksur hernaðarliga ferðslan í føroyskum øki?
  • Hvønn týdning hava øktir geopolitiskir spenningar fyri sjálvstýrisgongdirnar í Grønlandi og Føroyum?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir í nýggjari frágreiðing hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum kemur út í dag.

Frágreiðingin verður løgd fram fríggjadagin 24. apríl kl. 13-14 á veghæddini á Søgu- og Samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25.

Á tiltakinum fer Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, at leggja fram aðaltættir úr frágreiðingini, sum er býtt í fýra kapitlar og skrivað av fleiri høvundum:

The View From Washington: Niels Bjerre-Poulsen, professari í amerikonskum viðurskiftum, Syddansk Universitet.
The View from Nuuk: Sara Olsvig, PhD í arktiskum viðurskiftum, Greenland University, og Regin Winther Poulsen, granskingarhjálpari og journalistur.
The View from Copenhagen: Ulrik Pram Gad, granskari, Dansk Institut for Internationale Studier.
The View from Torshavn: Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, Fróðskaparsetur Føroya, og Mekhala Kollslíð, masterlesandi á Fróðskaparsetri Føroya.
Eitt av endamálunum er at skilja bakgrundina fyri áleikandi kreppuni millum USA, Danmark og Grønland um ognarskapin av Grønlandi. Eitt annað endamál er at skilja, hvussu øktir spenningar millum stórveldini ávirka smátjóðir í Norðuratlantshavi sum Føroyar og Grønland og sjálvstýrisgongdirnar í hesum londum.

Frágreiðingin inniheldur eisini nýggj tøl, sum vísa, at hernaðarliga ferðslan í føroyskum øki er økt munandi, síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022.

Frágreiðingin er í fyrstu atløgu skrivað á enskum, men verður ætlandi umsett til føroyskt og grønlendskt. Tiltakið fríggjadagin verður tó á føroyskum máli.

Umframt frágreiðingina fer Jens Christian Svabo Justinussen, lektari í stjórnmálafrøði, at kunna um nýggjan vitanardepil á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum “Depilin fyri altjóða viðurskifti”.

Tiltakið er ókeypis, á føroyskum máli, og øll eru vælkomin.

Lesið frágreiðingina her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…